Samvirkisnám og floksleiðsla - page 119

119
|
Foreldrasamstarv
SAMVIRKISNÁM
7.2 • Stuttur fundur – framhaldsdeild
Hvussu kunnu vit sum foreldur vera við at gera
flokkin til ein góðan flokk fyri øll?
Hvussu ofta gert tú heimaarbeiði saman við
barni tínum?
Hevur tú áhuga í at sita í foreldraráðnum í flokk-
inum?
Heldur tú, at tú fært nóg stóra kunning úr skúla-
num?
Smyrt tú matpakkan hjá barninum?
Syrgir tú fyri, at barnið etur morgunmat?
Kundi tú hugsað tær at verið “gestalærari” í
flokkinum?
Heldur tú, at tað er týdningarmikið at vita, hvat
næmingarnir arbeiða við fakliga?
Hvussu nógv hevur tað at siga fyri teg, at tú
kanst fyrireika teg frammanundan til skúla-
heim- samrøður, t.d. við einum samrøðublaði?
Hvønn leiklut hevur tú hjá hinum børnunum í
flokkinum?
Eiga lærararnir at taka lut í tiltøkum, sum
foreldur skipa fyri?
Skulu vit skipa fyri onkrum fyri børnunum uttan
fyri skúlatíð, t.d. floksveitslu, útferð ... ?
Hevur tú uppskot um tiltøk fyri flokkin?
Kundi tú hugsað tær at verið saman við hinum
foreldrunum, uttan at børnini vóru við?
Skulu vit sum foreldur seta okkum í samband
við hvørt annað, um vit finna fram til, at tað eru
børn, ið ikki trívast, ella annað er á vási?
Nær kunnu tey ungu drekka rúsdrekka?
foreldur
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,109,110,111,112,113,114,115,116,117,118 120,121,122,123,124,125,126,127,128,129,...164
Powered by FlippingBook