12
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
Hesin kapittulin er um felagsskapin, sum er støðið undir øllum, ið fer fram í flokshølinum. Faklig
læring verður trupul uttan felagsskapin og sambondini í flokkinum. Tá ið vit umrøða floksleiðslu sam-
an við samvirkisnámi, kundi verið freistandi at sett sum yvirskrift yvir kapittulin: “Felagsskapur
og tað fakliga”. Tað er jú so, at meðan tú arbeiðir við tí fakliga í flokkinum, hendir eisini okkurt við
felagsskapinum.
Tá ið næmingarnir ganga runt í hølinum og tosa enskt, stava orð ella venja tabell, hendir okkurt
í flokkinum. Tað sæst týðiliga, at økta talutíðin hjá hvørjum næmingi sær hevur jaliga ávirkan á
fakliga støðið hjá næminginum.
Tað hendir eisini okkurt við sosiala felagsskapinum í flokkinum. Hesum felagsskapi, sum er grundin
undir felags verkætlanini hjá lærarum og næmingum: Læring.
Ein orsøk til, at samvirkisnám júst nú er so væl umtókt, er, at í skúlanum hava vit øðrvísi av-
bjóðingar, enn vit áður hava havt. Tað eru fleiri næmingar í flokkunum, fleiri ymisk børn, og nógv
teirra hava ymsan tørv, sum vit skulu taka hædd fyri í sama høli. Samvirkisnám og at læra í felags-
skapi er eitt boð uppá, hvussu vit kunnu handfara hesa støðu.
Í felagsskapi er umráðandi at hava góð samstarvsevni, og við samvirkisnámi royna vit at fáa næm-
ingarnar at skilja, at skal arbeiðið í bólkinum eydnast, so má hvør limur koma við sínum íkasti.
Venjingarnar 1.1 og 1.2 stuðla felagsskapinum, bæði í flokkinum og í toyminum við færri næmingum
Ger oftari tað, tú gert væl – ikki fleiri kurar!
Nógvir lærarar anda lættliga, tá ið teir skilja, at teir sleppa undan at venda undirvísingini á høvdið
fyri at tvinna samvirkisnám uppí. Samvirkisnámshátturin er jú lættur at seta í verk í verandi undir-
vísing. Vit hava í mong ár verið kunnað um nógvar námsfrøðiligar leiðir, nógvar hættir og nógvar
“kurar við undurverkum”, og øll hava felagsnevnaran at lætta okkum munandi um lívið sum lærari.
Men, sum tað eisini er galdandi í klænkikurum, so eru veruliga fá okkara, ið kunnu broyta lívið fult
og heilt frá einum degi til annan. Vit eru nú eina ferð soleiðis, at vit falla afturá tað, ið vit eru von
at gera.
Bæði í klænkikurum og námsfrøðiligum tiltøkum ræður um at taka stutt fet. Hygg at undirvís-
ingini, so væl tað ber tær til at finnast at tær sjálvari/-um. Hygg eftir, hvar tú kundi hugsað tær,
at næmingarnir vóru virknari, og fleiri teirra komu til orðanna. Ella eru ávís tíðarbil í tímunum, tá
ið orkan minkar?
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016