120
|
Foreldrasamstarv
SAMVIRKISNÁM
Nær fer barn títt til songar? Blandar tú teg upp
í tað?
Heilsar tú upp á aðrar næmingar í flokkinum, tá
ið tú hittir teir í skúlanum ella í frítíðini?
Hugsar tú um, hvussu tú tosar um skúlan, lærarar
og hinar næmingarnar, tá ið barnið hoyrir?
Hvussu stóra ábyrgd heldur tú, at foreldrini
hava fyri at uppala børnini til felagsskap?
Heldur tú, at foreldrini (t.d. foreldraráðið) skulu
vera við at gera skránna til foreldrafundir?
Hvat kunnu foreldrini brúka skúlastýrið til?
Eru trupulleikar í flokkinum, t.d. við ófriði ella
trivnaði, er tað so umráðandi fyri teg, at tað
verður ein eykafundur?
Hevur tú ábyrgd av, at hini foreldrini møta á
fundi og til tiltøk í flokkinum?
Hevur tú sum foreldur ábyrgd av, at inklusiónin
eydnast í flokkinum, t.d. við at bjóða øllum
næmingunum heim til tykkara ella at hjálpa til,
so allir næmingar koma við á útferð?
Heldur tú, at skúlin skal halda veitsludagar hjá
ymsum trúarfeløgum?
Skulu vit gera onkur tiltøk, har greitt verður frá
ymsum mentanum?
Hjálpir tú barninum at minnast ítróttarklæði,
seðlar o.tíl.?
Hvat er rímiligt at bjóða flokkinum, tá ið barn títt
hevur føðingardag?
Hvussu kunnu foreldrini best hjálpa til at fyri-
byrgja happing?
Hvat er mest týðandi uppgáva hjá skúlanum og
lærarunum í sambandi við happing?
Skulu vit foreldur hava felags avtalur um royking,
rúsdrekka og veitslur?
Hvussu vilt tú helst samskifta við lærararnar?
Við felagsboðum í foreldrabólkinum á netinum?
Telduposti? Telefon? Fundi í skúlanum?
Er tað rímiligt, at foreldur gjalda fyri tiltøk o.tíl.?
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016