121
|
Foreldrasamstarv
SAMVIRKISNÁM
7.3 • Hvørjum kunnu vit stuðla við?
Í venjingini koma góð hugskot frá øllum foreldrum, og lærarin kann at enda savna saman eitt heilt
savn av hugskotum um, hvussu foreldrini kunnu stuðla einum góðum felagsskapi í flokkinum.
1. Lærarin greiðir frá yvirskriftini til venjingina, t.d. “Hvørjum kunnu foreldur stuðla við í skúla-
høpi?”
2. Øll foreldur fáa eitt kort, har tey skriva á, hvørjum tey kunnu stuðla við.
3. Tey fara til gongu í hølinum. Hvørja ferð foreldrini hitta eini onnur foreldur, býta tey um kort,
so kortini at enda verða blandað, og eingin veit, hvar kortið endar.
4. Tá ið lærarin gevur tekin, finna øll saman við einum makkara.
5. Tvey og tvey skulu tey nú meta um hugskotið á kortunum og geva hugskotunum stig, 0-5.
Stigini verða skrivað á kortini.
6. Nú verður punkt 3 endurtikið, og kortini skifta aftur hond.
7. Síðan verða punkt 5 og 6 endurtikin fýra ferðir, so hvørt kort at enda hevur fingið stig fimm
ferðir. Nú kunnu rættiliga góð hugskot hava fingið til samans 25 stig.
8. Tá ið øll sita saman aftur, verður tikið saman um tey hugskot, ið hava fingið flest stig, og
lærarin savnar kortini saman.
Síðan kunnu hugskotini verða skrivað á eina síðu, sum verður send heim ella fer í foreldrabólkin
á netinum.
Uppskot um evni:
• Hvussu kunnu vit foreldur stuðla inklusiónini í flokkinum?
• Hvussu stuðla vit best børnum okkara í læringini?
• Hvussu geva vit foreldur lærarunum bestu treytir fyri at læra børnini?
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016