122
|
Foreldrasamstarv
SAMVIRKISNÁM
7.4 • Hvat heldur tú?
1. Lærarin lýsir spurningin t.d.: “Skulu børn í 7. flokki hava heimaarbeiði, og hvat er rímilig tíð til
heimaarbeiði dagliga?”
2. Kjakast verður um evnið, og luttakararnir seta upp bæði hámark og lágmark. Kanska verður
hámarkið: “Ja, 2 tímar” og lágmarkið: “Nei, einki heimaarbeiði”.
3. Luttakararnir skriva seg á strikuna millum útmørkini, har teir halda seg vera. Eru 20 luttak-
arar, skal hvør luttakari velja sær eitt tal millum 1 og 20.
4. Nú skulu øll upp eftir tali. Hava fleiri valt sama tal, mugu tey tosa saman og royna at finna
fram til, hvør skal standa hvar á strikuni.
5. Tá ið tey hava tosað saman í 5 minuttir, hava øll funnið eitt stað. Nú verður strikan býtt í helvt
og forskotin, so nummar 1 stendur yvir av nummar 11 o.s.fr. Øll hava nú ein makkara at tosa
við. Ein, ið ikki hevur somu meining, sum tey sjálv.
6. Makkarapørini skiftast um í 3-5 minuttir at spyrja hvønn annan um valda plássið á strikuni.
7. Lærarin tekur samanum.
Broyting:
Venjingin kann verða víðkað til at loyva foreldrunum at flyta seg eftir punkt 6. Tað kann jú henda,
at tey meta spurningin øðrvísi nú og hava tí broytt hugsan.
Dømi um evni:
• Skulu vit hjálpa børnum okkara við heimaarbeiði?
• Tað týdningarmesta, barnið kann læra í skúlanum, er at samstarva.
• Eg leggi uppí, um eg finni útav, at onkur næmingur í flokkinum er “komin í óføri”.
• Kunnu ungu fólkini drekka rúsdrekka, tá ið tey eru í veitslu?
• Skal ein vaksin vera heima, tá ið næmingarnir koma heim við einum ella fleiri
floksfeløgum?
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016