Samvirkisnám og floksleiðsla - page 124

124
|
Ymisligir næmingar og samvirkisnám
SAMVIRKISNÁM
Sum áður greitt frá, eru børn ógvuliga ymisk. Roynir tú at undirvísa einum flokki, sum er tað ein
einsháttaður bólkur, kunnu nógvir trupulleikar standast av tí. Vit mugu síggja børnini sum ein bólk
av einstaklingum. Í undirvísingini skulu vit taka atlit til hvønn einstakan og brúka tann undirvís-
ingarhátt, tey læra best við, men tey skulu eisini venja seg at taka lut í felagsskapinum.
Vit skulu sjálvandi vera rættvís ímóti teimum, men tað vil ikki siga, at vit skulu fara líka við øllum!
Skulu vit handfara tey rættvíst og á jøvnum føti, mugu vit taka atlit til ymisligu næmingarnar í
flokshølinum og hava tað við í tilrættisleggjanini.
Í hesum kapitlinum verður greitt frá ymisligu næmingabólkunum, sum vanliga eru í flestu flokkum.
Ymisligu næmingarnir eru bara leysliga lýstir, men eg vóni, tú kennir onkrar teirra aftur.
Tey stillføru
Tað eru næmingar, ið næstan ongantíð siga nakað í flokkinum. Kanska tí tey eru bangin fyri at
siga okkurt skeivt. Teimum dámar ikki at tosa so hart, at allur flokkurin hoyrir. Næmingarnir sita
ofta og hugsa um eitt svar, men fáa seg ikki at svara sjálvir, og so er ein annar næmingur fyrri
at svara. Kanska hava stillføru næmingarnir bara brúk fyri longri umhugsanartíð, men fáa hana
ongantíð, tí floksfelagar hava longu svarað, áðrenn teir hava hugsað seg um?
Stillføru næmingarnir hoyra ferð eftir ferð, at teir siga ov lítið í floksundirvísingini. Tú kanst gera
eina avtalu við tey, at tey skulu siga okkurt tvær ferðir í hvørjum tíma og so fylgja við, hvussu
ofta tey rætta hondina upp. Hetta eydnast tó bara fáar ferðir. Í venjingunum 8.1 og 8.2 fáa næm-
ingarnir tíð at hugsa seg um. Tey venja seg eisini at siga okkurt hart fyri einum floksfelaga ella
einum lítlum bólki av floksfeløgum.
Tey, ið mugu røra seg
Nógvir skúlanæmingar hava tørv á at røra seg, meðan teir læra, men siðbundni skúlin er ikki altíð
við uppá tað. Tað eru tó rættiliga mong, ið hava fingið hugskot úr læringsstílum og taka rørslur
við í undirvísingina. Tað er eitt gott tiltak.
Seinastu árini er ivi sáddur um skipanina í skúlanum serliga við atliti at dreingjum. Í fólkaskúlanum
eru flestir lærarar konufólk, men um tað hevur týdning, komi eg ikki inn á her. Annað er, at í nógv-
um virksemi í skúlanum skulu næmingar sita, og tað virksemið hóskar ikki rættiliga børnum, ið
hava tørv á at røra seg.
Summar dagar sita næmingarnir í meira lagi í undirvísingini, og tá kanst tú við fyrimuni brúka
nakrar av venjingunum í 1. og 2. kapitli. Venjingarnar kunnu spræna orku inn í undirvísingina.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,114,115,116,117,118,119,120,121,122,123 125,126,127,128,129,130,131,132,133,134,...164
Powered by FlippingBook