Samvirkisnám og floksleiðsla - page 125

125
|
Ymisligir næmingar og samvirkisnám
SAMVIRKISNÁM
Næmingarnir broytast við aldrinum, og tá ið teir koma í framhaldsdeild, halda lærarar kanska, at
teir ikki longur hava tørv á rørslu. Vit leggja alstóran dent á faklig mál og gloyma, at vegurin til
faklig mál meiri enn so kann vera við eini ífyllu av rørslum.
Í samvirkisnámi eru nógvar venjingar við rørslum, samstundis sum arbeitt verður við tí fakliga.
Venjingarnar 8.3 og 8.4 eru dømi um tað.
Tey fakliga dugnaligu
Hesin bólkur av næmingum er vanur at skula bíða, til allir floksfelagarnir hava skilt eina uppgávu.
Tey mugu eisini ofta í vanligum bólkaarbeiði bera tyngstu byrðuna, antin tí hini ikki kunnu fylgja
við, ella tí tað er lættari at lata hin dugnaliga gera alt. Lærararnir eru tí ørkymlaðir, og helst av
røttum, um tað eru nóg nógvar avbjóðingar til hesar næmingar.
Næmingarnir í hesum bólki tykjast nøgdir, um teir ofta sita einsamallir við onkrum tilfari ella upp-
gávu, tí so kunnu teir arbeiða við síni egnu ferð. Mangan eru avbjóðingarnar hjá teimum fakliga
dugnaligu at skula seta orð á tað, tey longu vita. Tey kunnu sum einki duga at rokna trupul stykki,
men tað gongst kanska verri at greiða frá tí, tey gera.
Hjá hesum næmingum kann tað eisini vera ein avbjóðing at skula samstarva. Tá skulu tey bíða
eftir øðrum, og nú er størri dentur á tilgongd enn á avrik. Tú kanst kanska finnast at samvirkisnámi,
tí har vantar ein sjálvbjargnispartur, ið hesir næmingar vanliga taka framum (Andersen 2011). Tí
er neyðugt at umhugsa fleiri øki við í undirvísingina í mun til hesar næmingar eisini.
Fyri allar næmingar er galdandi, at tað er týdningarmikið at eftirmeta virksemið. Men kanska
hevur tað størri týdning fyri hendan bólkin? Vit mugu eisini seta orð á, hví tað er ein týðandi før-
leiki at kunna bíða eftir tørni og duga at greiða øðrum frá.
Venjing 8.5 og aðrar venjingar (t.d. venjing 5.5), ið leggja dent á at greiða frá einum evni, eru væl
egnaðar til hesar næmingar.
Tey, ið vísa góðan vilja, men ikki megna
Tað kunnu vera mangar orsøkir til, at næmingar ikki kunnu taka lut í einum virksemi í flokkinum.
Næmingarnir kunnu vera fakliga veikir og halda seg ikki duga at leggja nakað afturat arbeiðinum.
Tað kann vera veiki lesarin, ið ikki kann lesa upp somu tekstir sum floksfelagarnir. Ella næming-
urin, ið hevur sosialar trupulleikar og ilt við at finna seg til rættis í flokkinum.
Týdningarmest er, at næmingurin tekur lut í flokkinum eftir sínum egnu fyritreytum. Hava vit fingið
eitt framúrskarandi hugskot at brúka í undirvísingini, kunnu vit ikki vera vís í, at øll børn sum
einki kunnu vera við í tí. Tað eigur at bera til at gera skipanir, ið eru lagaðar til hvønn sær, so allir
næmingar sleppa at taka lut, har teir kunnu. Eitt uppskot er at hava ymisk pláss til ein næming,
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,115,116,117,118,119,120,121,122,123,124 126,127,128,129,130,131,132,133,134,135,...164
Powered by FlippingBook