Samvirkisnám og floksleiðsla - page 126

126
|
Ymisligir næmingar og samvirkisnám
SAMVIRKISNÁM
sum ikki hvønn dag kann arbeiða saman við øðrum. Næmingurin hevur eitt pláss í toyminum og
tekur lut har í uppgávum á jøvnum føti við hinar næmingarnar. Men teir dagar, tað ikki ber til, fer
næmingurin yvir á sítt egna pláss, har hann arbeiðir “sjálvur”. Her arbeiðir hann við líknandi tilfari,
sum restin av flokkinum, men bara fyri seg sjálvan.
Soleiðis verða allir næmingar við í einum felagsskapi og hava týdning fyri, at ein ávís uppgáva
verður gjørd, men tað verður samstundis tikið atlit til tørvin hjá hvørjum sær.
Ávísar uppgávur eru ikki til henda bólk av næmingum, tí teir kunnu loysa nógvar ymsar uppgávur.
Onkuntíð kann tað eisini vera neyðugt, at næmingur samstarvar við ein floksfelaga um eina upp-
gávu.
Tey líkasælu
Hetta er helst truplasti bólkur at fáa við í undirvísingina. Mangan hava vit hesar næmingar í tonk-
unum, tá ið vit eru á veg heim úr arbeiði. Vit royna á óteljandi mátar at elva teimum til at taka lut.
Tey kunnu vera dugnalig, men hava av onkrari orsøk mist hugin at læra og at ganga í skúla.
Eg tori at tvíhalda um, at tá ið vit brúka samvirkisnám í undirvísingini, so verða nakrir av hesum
næmingum rættiliga áhugaðir, tí teir kunnu “verða lokkaðir” at vera við og koma við sínum íkasti.
Vit náa helst nakrar av næmingunum við somu venjingum, sum vit brúka til næmingar við kyk-
silvuri í rumpuni.
Tey líkasælu kunnu eisini fáast upp í arbeiðið við serstøkum uppgávum. Venjing 8.5 er eitt boð
upp á ymsar leiklutir, sum næmingarnir skiftast um at hava, so tú kanst tryggja tær, at øll eru
virkin.
Tað er ikki vist, at allir hesir næmingar halda, at skúlin er stuttligasta stað í heiminum, um lærarin
brúkar meginreglur úr samvirkisnámi í undirvísingini. Men eg haldi, at vit kunnu fáa fleiri teirra at
halda, at tað er stuttligt at ganga í skúla.
Venjing 8.5 kann verða brúkt til allar næmingar. Tey skiftast um at arbeiða, og tað er ikki ætlanin,
at ein næmingur skal gera tað sama alla tíðina.
Í venjing 8.6 loysir tað seg at lurta eftir, hvat verður sagt í undirvísingini. Her spæla vit bingo, og
tað ræður um at fáa fulla plátu. Ikki við tølum hesa ferð, men við orðum úr einum evni í undirvís-
ingini.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,116,117,118,119,120,121,122,123,124,125 127,128,129,130,131,132,133,134,135,136,...164
Powered by FlippingBook