Samvirkisnám og floksleiðsla - page 127

127
|
Ymisligir næmingar og samvirkisnám
SAMVIRKISNÁM
Venjingar til 8. kapittul
8.1 • Spyrji-umfar – lærarasíða
Henda uppgávan er eitt gott dømi um, hvussu undirvísingin á ein einfaldan hátt kann fáa allar
næmingar at tosa og at lurta. Venjingin kann verða brúkt til at siga hvørjum øðrum frá einum
teksti, fortelja um seg sjálva/n, tosa um hugburð ella “bara” fyri at geva talutíð. Tað er eingin treyt
at brúka ávíst tilfar, og óteljandi møguleikar eru í venjingini. “At lurta” hevur her ein stóran týdning,
tí tú skalt endursiga tað, tú hoyrir.
8.2 • Snar-fundur – lærarasíða
Venjingin gevur øllum næmingum nógva talutíð. Tey tosa um eitt evni og bera fram síni sjónarmið
ella leggja fram fyri nógvum floksfeløgum og hoyra teirra áskoðan. Nógvir stillførir næmingar
kenna seg helst tryggari, um teir sita og tosa við ein floksfelaga heldur enn at skula siga okkurt
hart í øllum flokkinum. Tað er gott hugskot at geva hvørjum næmingi sær tíð at hugsa um svarið,
áðrenn teir skulu samskifta við ein floksfelaga.
8.3 • Graffiti-hátturin – lærarasíða
Henda venjingin er væl egnað, tá ið dentur er á forfatan og at eftirmeta eitt evni. Venjingin er
serstakliga hent til næmingar, ið hava brúk fyri at røra seg, meðan teir hugsa. Næmingar, ið mugu
hava tíð at hugsa seg um, kunnu eisini fáa gagn av venjingini.
19
8.4 • Hitt ein vin – lærarasíða
Í hesi venjingini er møguleiki fyri at arbeiða saman við floksfeløgum, sum næmingarnir vanliga ikki
sita saman við. Samstundis er her eitt andarhald, tí næmingarnir skulu út á gólvið fyri at finna ein
samrøðupartnara.
20
8.5 • Leiklutir í undirvísingini – lærarasíða og næmingasíða
Í hesi venjingini fáa næmingarnir nógvar, ymsar leiklutir, og allir næmingar skulu arbeiða upp á
skift. Her kann næmingur, sum t.d. ikki dugir so væl at lesa, vísa øðrum, at hann dugir okkurt
annað. Tað ber eisini til at fáa næmingar at vísa ábyrgd yvir fyri hvør øðrum, tí brúk er fyri hvørjum
næmingi. Umráðandi er, at næmingar ikki hava sama leiklut hvørja ferð.
Lærarasíðan lýsir neyvari ymsu leiklutirnar. Á næmingasíðuni eru kort, ið stuðla næmingum at
minnast sín leiklut.
19 Íblástur frá Bochmann og Kirchmann (2006).
20 Íblástur frá Bjerring og Lindén (2008).
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,117,118,119,120,121,122,123,124,125,126 128,129,130,131,132,133,134,135,136,137,...164
Powered by FlippingBook