Samvirkisnám og floksleiðsla - page 128

128
|
Ymisligir næmingar og samvirkisnám
SAMVIRKISNÁM
8.6 • Bingo við orðum – lærarasíða og næmingasíða
Venjingin fær næmingarnar at lurta, tá ið undirvíst verður. Venjingin byggir á klassiska bingo-
spælið, men í staðin fyri tøl skulu næmingarnir lurta eftir orðum úr einum evni. Næmingar hava
ymsar bingoplátur, og tað eru ymisk orð, teir skulu lurta eftir. Tá ið tú biður næmingar leggja dent
á støk orð, er vandi fyri, at teir gloyma at lurta eftir heildini. Venjingin skal ikki verða brúkt tíma
eftir tíma, men er hent at taka til, tá ið tú vilt broyta undirvísingina og gera næmingar virknar.
Á næmingasíðuni er dømi um orð úr evninum “ævintýr”. Á heimasíðuni
eru tómar plátur, har tú kanst skriva orð úr øðrum evnum.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,118,119,120,121,122,123,124,125,126,127 129,130,131,132,133,134,135,136,137,138,...164
Powered by FlippingBook