Samvirkisnám og floksleiðsla - page 129

129
|
Ymisligir næmingar og samvirkisnám
SAMVIRKISNÁM
8.1 • Spyrji-umfar
1. Næmingarnir eru fýra í hvørjum bólki, tvey pør.
2. Pørini skiftast um at spyrja hvørt annað um eitt ásett evni. Hvørt spyrji-umfar tekur kanska
tveir minuttir.
3. Tá ið fyrsta spyrji-umfar er av, býta næmingarnir makkara og fara nú at spyrja hann.
4. Nú skulu tey hvør sær greiða restini av toyminum frá, hvat makkararnir søgdu teimum. Tey
fáa hóskandi tíð til at endursiga tað.
Broyting:
• Næmingarnir fyrireika sjálvir spurningar til spyrji-umfarið.
• Í mun til torleikastig kunnu næmingarnir velja at skriva svarini sum stikkorð. Soleiðis
verður lættari at endursiga tað, tey hava hoyrt.
• Eru tríggir næmingar í einum ella fleiri bólkum, kunnu teir fáa leiklut sum spyrjari, svarari
og eygleiðari. Leikluturin hjá eygleiðaranum er at gáa um innihaldið í samrøðuni ella skriva
tað týdningarmesta í spurningunum hjá spyrjaranum. Soleiðis kemur ein táttur afturat inn í
samskiftið.
• Tá ið næmingarnir skulu endursiga, kunnu teir brúka viðmerkingarnar hjá eygleiðaranum.
Yngru næmingarnir kunnu hava ilt við at minnast tað, teir skulu endursiga. Tá ber til at gera eitt
spyrji-umfar og eitt endursagnar-umfar liðugt fyrst. Síðan verður farið undir seinna spyrji- og
endursagnar-umfarið.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,119,120,121,122,123,124,125,126,127,128 130,131,132,133,134,135,136,137,138,139,...164
Powered by FlippingBook