Samvirkisnám og floksleiðsla - page 13

13
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
Soleiðis eru børn – sambært lærarunum
Tað eru nógvar kanningar gjørdar av, hvussu lærarar lýsa næmingarnar. Til dømis gjørdi Ugebrevet
A4 saman við yrkisblaðnum Folkeskolen í 2006 eina kanning millum 806 lærarar. Niðurstøðan
var, at tveir triðingar av lærarunum søgdu, at tað vóru fleiri stríggin børn nú enn fyri 15 árum
síðan, og at næmingarnir vóru ikki longur so sosialir móti hvørjum øðrum. Helmingurin av teimum
spurdu hildu tað vera verri at fáa undirvísingina at rigga, tí næmingarnir vístu ikki somu virðing
sum áður.
Sum lærari kanst tú leggja dent á neiligar partar í barnamentanini og lýsa næmingar sum
miðsavnaðar um seg og sítt, sum curlingbørn, sjálvsøknar o.s.fr. Tað vil eg ikki taka støðu til her,
men heldur staðfesta, at næmingarnir koma við mongum, ymiskum normum í skúlan. Normarnir
eru óivað ofta øðrvísi enn normarnir hjá okkum lærarum. Men øðrvísi er ikki tað sama sum vána-
ligari, tað er bara øðrvísi.
Í skúlanum læra næmingarnir at taka lut í ymsum felagsskapum. Skúlin er ein felagsskapur, har
tað skal vera rúm fyri tí einstaka, sum er í felagsskapinum. Men luttøkan hjá hvørjum sær má
vera ein verkætlan, ið onnur ikki skulu líða undir. Tað er ein fakligur felagsskapur í skúlanum og
í flokkinum, og tað má vera tað, sum ber okkum uppi. Men flokkurin er jú eitt sosialt samfelag
í sjálvum sær, har næmingarnir eisini mugu læra at “rætta seg eitt sindur til” og geva rúmd fyri
øðrum hugburðum og hugsanum.
Samvirkisnám leggur dent á henda felagsskapin, tí næmingarnir arbeiða fram móti einum felags
máli. Tey náa bara málinum, um øll taka lut og hava felags áhuga í at hjálpa hvørjum øðrum á veg.
Bólkabýti
Flokkurin er ein felagsskapur við ymiskum sambondum. Næmingatoymið er ein annar og lítil fel-
agsskapur, har arbeitt verður í felag.
Spencer Kagan, ein av monnunum aftan fyri samvirkisnám, mælir til at gera toymi við fýra næming-
um, sum skulu vera ymiskir. Soleiðis byrja eisini mangir lærarar at arbeiða við samvirkisnámi.
Teir býta flokkin í toymi og flyta borð runt í flokkinum, so næmingarnir kropsliga eru fýra og fýra
í bólki. Summir lærarar meta hetta vera eitt greitt og ítøkiligt prógv fyri, at flokkurin arbeiðir við
samvirkisnámi. Men tað er ikki nóg mikið bara at flyta borð! Undirvísingin broytist ikki, bara tí
næmingarnir sita fýra og fýra í bólki. Tað er akkurát líka lætt at hava eina “gamla” talvuundirvísing
í einum slíkum flokshøli. Men nú skulu bara fleiri næmingar venda sær á móti talvuni.
Í venjing 1.6 eru uppskot um at bólka næmingar í flokshølinum. Har er eisini ein minnislisti at
brúka, tá ið hølið skal verða innrættað.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,3,4,5,6,7,8,9,10,11,12 14,15,16,17,18,19,20,21,22,23,...164
Powered by FlippingBook