130
|
Ymisligir næmingar og samvirkisnám
SAMVIRKISNÁM
8.2 • Snar-fundur
1. Helvtin av næmingunum situr við hvør sítt borð. Borðini kunnu standa á rað.
2. Framman fyri hvørjum borði stendur ein stólur.
3. Hvør næmingur finnur ein annan at tosa við, og pørini seta seg yvir av hvørjum øðrum.
4. Lærarin spyr ein spurning, og næmingarnir skiftast um at svara. Tá ið lærarin ger tekin til
teirra, endar samrøðan. Tey siga hvørjum øðrum farvæl, og síðan fer “gesturin” víðari til ein
annan makkara.
5. Soleðis fáa næmingarnir stundir at tosa við nógvar floksfelagar upp á ógvuliga stutta tíð.
6. Venjingin kann eisini vera byrjanin til eitt felags prát í flokkinum. Tá ið allir næmingar hava
tosað saman tveir og tveir, eru nógv størri sannlíkindi fyri, at fleiri fara at siga okkurt í felags
práti í flokkinum.
7. Annar møguleiki er, at allir næmingar standa heldur enn at sita. Soleiðis verður atlit tikið at
næmingum, ið hava tørv á at røra seg.
2 minuttir á hvørjum stað
Tos, tos, tos...
Tos, tos...
Tos, tos...
Tos, tos, tos...
Tos, tos, tos...
Tos, tos...
2 minutter hvert sted
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016