Samvirkisnám og floksleiðsla - page 131

131
|
Ymisligir næmingar og samvirkisnám
SAMVIRKISNÁM
8.3 • Graffiti-hátturin
1. Fýra til seks borð verða sett so, at tað slepst til borðini frá øllum síðum.
2. Á hvørt borðið verður lagt eitt stórt pappír ella kartong.
3. Á hvørt pappírið er skrivaður ein spurningur ella eitt høvuðshugtak.
4. Flokkurin verður býttur í smáar bólkar (t.d. í grundtoymi). Hvør bólkur skrivar á pappírið alt
tað, tey hugsa um. Orðini kunnu eisini verða skrivað á smáar post it-lepar.
5. Tá ið lærarin gevur teimum eitt tekin, rennur bólkurin til næsta borð. Har er longu skrivað
okkurt á pappírið, ið liggur har. Bólkurin leggur nú fleiri hugskot afturat.
6. Soleiðis heldur bólkurin fram, til tey enda við sama borð, sum tey byrjaðu.
7. Bólkurin tekur nú alt, ið skrivað er, og skipar tilfarið.
8. Bólkurin sigur stutt frá í flokkinum, hvørji úrslit tey komu til.
Graffiti-hátturin
Tíð
Umhvørvi
Persónar
Persónar
Klokkan ringir hvørjar
tveir minuttir, og
bólkarnir fara víðari
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,121,122,123,124,125,126,127,128,129,130 132,133,134,135,136,137,138,139,140,141,...164
Powered by FlippingBook