Samvirkisnám og floksleiðsla - page 132

132
|
Ymisligir næmingar og samvirkisnám
SAMVIRKISNÁM
8.4 • Hitt ein vin
1. Allir næmingar fara á føtur.
2. Tey hitta ein næming úr øðrum toymi og heilsa vinaliga hvørt upp á annað.
3. Lærarin setir ein spurning, sum báðir næmingar
skulu tosa um sínámillum.
4. Tá ið lærarin gevur tekn um at steðga,
takka tey hvørjum øðrum fyri samrøðuna og
fara víðari til ein nýggjan makkara.
5. Lærarin setir nýggjan spurning.
6. Venjingin heldur fram, so leingi bólkurin orkar, ella til
lærarin steðgar teimum.
Broyting:
Tú kanst lata næmingarnar sjálvar gera av, hvussu leingi teir vilja
tosa við makkaran. Tað skal bara vera sami spurningur, tey tosa
um. Annar møguleiki er, at tey hava fleiri spurningar við sær. Ella
tað eru spurningar á talvuni, og so velja tey sær spurningar haðani.
Uppskot at tosa um:
1. Ein lisin tekstur.
2. Greiða frá hugtøkum í støddfrøði.
3. Kjakast um etiskar tvístøður.
4. Stuttar framløgur av einum fyrireikaðum evni.
Tos, tos, tos...
Tos, tos, tos...
Tos, tos, tos...
Tos, tos...
Tos, tos...
Tos, tos...
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,122,123,124,125,126,127,128,129,130,131 133,134,135,136,137,138,139,140,141,142,...164
Powered by FlippingBook