Samvirkisnám og floksleiðsla - page 14

14
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
Nøkur halda tað vera avmarkandi fyri undirvísingina, tá ið borðini standa fýra og fýra saman. Tað
fer jú eisini onnur undirvísing enn samvirkisnám fram í hølinum. Tá kann tað vera ein fyrimunur at
seta næmingarnar saman tveir og tveir og soleiðis, at teir kunnu venda sær við til teirra, ið sita
aftanfyri, tá ið teir skulu arbeiða fýra saman í toymi.
Floksundirvísing
Arbeiða í toymum
Tá ið bólkar verða gjørdir, er meginreglan, at teir skulu vera ymisligir (heterogenir) (Leppilampi
og Sahlberg 2004). Í bólkinum skulu vera næmingar úr ymsum samfelagsløgum og við ymsum
fakligum førleikum. Lærari kann sleppa sær undan spurningum og at greiða frá, um hann ger
tilvildarligar bólkar. T.d. kann hann býta í bólkar við at telja, ella biðja næmingarnar stilla seg á rað
eftir føðingardegi, gøtunummari ella øðrum. Venjing 1.7 hevur uppskot um at bólka tilvildarliga.
Bólkabýtið kann eisini fara fram eftir ávísum treytum, sum lærarin ger av, t.d. um hann metir, at
tað er tørvur á ávísum førleikum í bólkunum, ella at tað sosialt riggar best við ávísum næmingum
saman. Í venjing 1.8 eru fleiri uppskot um at bólka og gera pør. Ein góð undirvísing inniber m.a., at
tað er nógv tíð at læra í (Meyer 2005). Óneyðug tíð má ikki fara til at bólka og skipa undirvísingina
á ymsan hátt, tí tá fer tíðin ikki til læringina. Lærari, ið fegin vil arbeiða við samvirkisnámi, má tó
brúka eitt sindur av tíð og orku til at seta saman toymi, ið rigga væl.
Hvussu leingi næmingarnir skulu arbeiða í sama toymi, veldst um ymiskt. Eitt toymi kann arbeiða
stutt saman við einari avmarkaðari uppgávu, kanska í ein tíma ella tveir. Toymið kann arbeiða
í longri tíð, so næmingarnir fáa eina kenslu av at hoyra saman sum toymi. Næmingarnir kunnu
eisini arbeiða saman eitt heilt skúlaár í sama toymi, og tá fara næmingarnir javnan aftur í hetta
grundtoymið, eftir at teir hava arbeitt í øðrum toymum við ymiskum uppgávum.
Næmingarnir mugu vita, hvussu leingi teir skulu verða í toyminum. Tað er hent at vita, hvussu
langa tíð okkurt tekur. Verður mett, at samstarvið hevur eydnast væl í einum toymi, kann tað
eggja til at gera nýtt toymi.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,4,5,6,7,8,9,10,11,12,13 15,16,17,18,19,20,21,22,23,24,...164
Powered by FlippingBook