Samvirkisnám og floksleiðsla - page 140

140
|
Arbeiðið í læraratoyminum
SAMVIRKISNÁM
Í hesum kapitlinum koma vit inn á týdningin hjá læraratoyminum, tá ið samvirkisnám skal verða
sett við í undirvísingina. Lærari kann einsamallur fara undir samvirkisnám í flokkinum, men alt er
nógv lættari, tá ið vit hjálpast at.
Óivað hava flestu lærarar ymsar aðrar partar enn samvirkisnám við í síni undirvísing. Her koma vit
tí inn á møguleikar, tá ið læraratoymið arbeiðir við valdum undirvísingarstrategium og umrøður,
nær tær ymsu undirvísingarstrategiirnar eru gagnligar.
Seinast í kapitlinum eru dømi um, hvar byrjað kann verða við floksleiðslu. Tá ið hurðin til flokshølið
fer aftur, ert tú sum lærari alsamt einsamallur um arbeiðið sum floksleiðari. Tí kanst tú siga, at
floksleiðsla er mál hjá hvørjum lærara sær, men skal arbeiðið sum floksleiðari eydnast væl, mást
tú hava læraratoymið afturat tær. Tit mugu semjast um, hvørjar undirvísingarstrategiir tit hava við
næmingunum og í arbeiðinum sum floksleiðari. Tað er umráðandi, at toymið dregur somu línu.
Tað nyttar einki, um ein lærari heldur, at tað er í lagi at koma fimm minuttir ov seint í tíma, ella kan-
ska tú kemur ov seint sjálv/ur, um ein annar lærari í flokkinum leggur dent á at møta stundisliga.
Somuleiðis er óheppið, um nakrir lærarar í toyminum lata næmingarnar sjálvar gera av, hvørjum
teir arbeiða saman við, og at aðrir lærarar ikki gera tað.
Saman megna vit meiri – og betur!
Men hvat er eitt toymi? Er tað ikki bara eitt annað orð fyri ein bólk? Tað ber til at siga, at eitt toymi
altíð er ein bólkur, men ein bólkur er ikki altíð eitt toymi. Í 1. kapitli, um felagsskap í næminga-
toyminum, kom eg inn á, at ein bólkur kann fáa so lítið á skaftið, at endaliga úrslitið í bólkinum er
verri, enn um limirnir arbeiddu hvør sær.
Tað skuldi helst ikki verið galdandi í einum læraratoymi, hóast tað av og á kann vera trupult at
samstarva sum í einum sonnum toymi. Ein orsøk, at lærarar arbeiða í toymi, er fyri at loysa upp-
gávur við denti á tað yrkisliga og at fáa felagsskapin til eina heild.
Heilt stutt kann munurin millum bólk og toymi verða lýstur so (Hornstrup o.fl. 2008):
Óskipaður bólkur
Skipaður bólkur
Toymi
Uppgáva
Mest til hvønn sær
Til hvønn sær og
felags
Mest felags
Ábyrgd
Mest hvør sær
Hvør sær og felags
Mest felags
Kunning/ samskifti
Eitt sindur sínámillum Nógv sínámillum
Ógvuliga nógv
sínámillum
Samstarv
Lítið
Eitt sindur
Nógv
Tilknýtið
sínámillum
Lítið
Eitt sindur
Nógv
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,130,131,132,133,134,135,136,137,138,139 141,142,143,144,145,146,147,148,149,150,...164
Powered by FlippingBook