Samvirkisnám og floksleiðsla - page 141

141
|
Arbeiðið í læraratoyminum
SAMVIRKISNÁM
Toymið kann arbeiða við uppgávum sum t.d. yvirskipaðari ráðlegging og at samskipa arbeiðið í
flokkinum. Men undirvísing, ið er ítøkiliga løgd til rættis, verður best framd av hvørjum lærara sær
(Hermansen 2010).
Annað, ið toymið kann samstarva um, er at tosa um og eftirmeta undirvísingartilgongdir, og
hvussu børnini trívast og mennast fakliga. Men prát um leyst og fast og óskipaðir fundir við ongari
dagsskrá eru ikki við í einum yrkisligum toymissamstarvi.
Ber til hjá lærarum at vera í tíma hvør hjá øðrum, er tað eitt gott ískoyti, sum mennir floksleiðslu.
Toymið hevur stóran týdning fyri, hvussu hvør lærari sær útinnir floksleiðslu og t.d. setir samvirk-
isnám í verk. Tað er ikki nøkur treyt, at alt læraratoymið skal arbeiða við samvirkisnámi í flokkin-
-um, men eru allir lærarar um tað, verður arbeiðið lættari, og floksleiðsla kemur á skránna á
toymisfundum.
Í summum flokkum arbeiðir bara ein lærari við samvirkisnámi í flokkinum. Tað ber væl til, men
tað riggar tvífalt so væl ella betur, um avtalað verður við starvsfelagarnar at royna tað saman í
flokkinum.
Næmingarnir finna skjótt út av, at: ”Nú kemur hasin lærarin, ið vil hava okkum at arbeiða í bólkum,
so vit mugu heldur flyta okkum”. Men vilt tú kjakast um undirvísingarhættir og námsfrøði á toymis-
fundi, so mugu tit hava eitt felags stavnhald. Annars er vandi fyri, at fundurin druknar í praktiskum
tosi, eins og tað mangan hendir.
Í undirvísing hendir rættiliga nógv ymiskt, og hvønn dag royna vit ymsar tilgongdir fyri at fáa flest
møguligar næmingar við í undirvísingina. Her eru tí dømi um stuttar venjingar at royna í toymi-
num fyri at fáa okkum at hugsa og tosa um, nær ein undirvísingarháttur er betri enn ein annar.
Hvør læring fæst úr ymsum undirvísingarhættum, og hvat hevur undirvísingarhátturin at týða fyri
tilelvingina?
Floksleiðsla
Sum longu nevnt umskarast samvirkisnám og floksleiðsla á fleiri økjum, og tú ert væl á veg sum
ein greiður floksleiðari, um tú arbeiðir við nøkrum av økjunum, eg havi umrøtt frammanfyri.
Men at vera greiður og góður floksleiðari er meiri enn tað. Nógvur persónleiki er við í arbeiðinum,
og ikki er so lætt at greiða frá persónleika ella at flokka hann. Tað snýr seg t.d. um hugsan tína
um næmingarnar, áhuga tín fyri sosiala lívi teirra og nógvar aðrar smærri tættir, ið allir gera mun.
Í venjing 9.2 verður hugsað um ymiskt í sambandi við samvirkisnám í undirvísingini, og venjingin
kann verða brúkt, tá ið toymið arbeiðir við floksleiðslu og samvirkisnámi. Á síðu 9.3 eru íblástur
og ávísingar til ymsar partar av floksleiðslu og ymiskur lesnaður, um tú hevur hug at arbeiða meiri
við hesum pørtum.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,131,132,133,134,135,136,137,138,139,140 142,143,144,145,146,147,148,149,150,151,...164
Powered by FlippingBook