Samvirkisnám og floksleiðsla - page 142

142
|
Arbeiðið í læraratoyminum
SAMVIRKISNÁM
Venjingar til 9. kapittul
9.1 • Ymsir arbeiðshættir – toymissíða
Í hesi venjingini eru tríggjar smærri uppgávur, sum læraratoymið kann royna og so tosa um aftaná.
Ein uppgáva er ein kapping, ein uppgáva er til hvønn einstakan, og so er ein felags uppgáva.
Næmingar í elstu flokkum kunnu eisini royna hesa venjingina og umrøða ymsar arbeiðshættir.
21
9.2 • At umhugsa í eini tilgongd við samvirkisnámi - toymissíða
Her eru viðkomandi spurningar, tá ið toymið setir samvirkisnám í verk í flokkinum. Tað er umráð-
andi at eftirmeta tilgongdina, bæði meðan hon fer fram og aftaná. Eftirmetir tú ikki og bara heldur
fram sum higartil, fært tú kanska einki úrslit burturúr, tí tú ikki setir orð á og sært, hvat riggar
ella ikki.
9.3 • Partar av floksleiðslu at arbeiða við í toyminum
Á hesi síðuni er íblástur til ymsar partar av arbeiðinum við floksleiðslu. Partarnir eru ikki nágreini-
liga lýstir, men har eru ávísingar til lesnað, so tú fært meiri at vita. Hetta er ikki bara til hvønn
lærara sær í arbeiðinum við floksleiðslu. Tað er umráðandi, at allir lærarar í flokkinum stuðla
arbeiðinum. Tá verður úrslitið betri, og munandi lættari verður hjá næmingunum at koma ígjøg-
num avbjóðingarnar í skúladegnum.
21 Íblástur frá Sahlberg og Leppilampi (2004).
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,132,133,134,135,136,137,138,139,140,141 143,144,145,146,147,148,149,150,151,152,...164
Powered by FlippingBook