143
|
Arbeiðið í læraratoyminum
SAMVIRKISNÁM
9.1 • Ymsir arbeiðshættir – inngangur
Kapping
Skúlaarbeiðið er ikki verulig kapping. Men næmingarnir kenna tað ofta sum eitt slag av kapping.
Tey kappast sínámillum um próvtøl, støðu í flokkinum o.a. Ert tú við í einari kapping, so er ikki
óvanligt at ynskja sær, at tað gongur øðrum verri.
Uppgáva til hvønn sær
Vit seta mangan næmingar í ta støðu, at teir skulu gera okkurt sjálvir. Eitt gott dømi um tað eru
skrivligar próvtøkur. Tey fara til roynd, og úrslitið hevur sum so einki við felagsskapin at gera. Tá
er eisini líkamikið, hvussu hini klára seg.
Felags uppgáva
Í samvirkisnámi er eitt felags mál fyri toymið. Eingin einsamallur næmingur kemur á mál uttan
hjálp frá hinum. Roynt verður at menna læringina hjá hvørjum næmingi sær í felagsskapinum.
Tá ið tit hava gjørt uppgávurnar á komandi síðum, skulu tit umrøða:
• Man kapping eggja til luttøku?
• Nær er einstaklingaarbeiði gott og eggjar til luttøku?
• Hvussu kann samvirkisnám gagna, og nær er best at brúka tað?
toymi
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016