147
|
Arbeiðið í læraratoyminum
SAMVIRKISNÁM
9.2 • At umhugsa í eini tilgongd við
samvirkisnámi
At hugsa um, áðrenn tit fara í gongd við samvirkisnámi:
• Hvørjum pørtum av samvirkisnámi vilja tit arbeiða við?
• Hvussu ætla tit ítøkiliga at gera?
• Hvussu og hvar skal tað síggjast, at tit arbeiða við hesum parti?
At hugsa um, eftir at samvirkisnám er sett í verk:
• Hvørjar ítøkiligar broytingar varnast tit?
• Hvørjir spurningar stinga seg upp?
• Eru avbjóðingar, ið tit ikki hugsaðu um?
Brúkið hesar spurningar í einari eftirmeting:
• HHvat hevur arbeiðið við samvirkisnámi havt at týða fyri:
– tykkum sum toymi?
– teg sum lærara?
– næmingarnar?
– foreldrini?
• Hvørjum punktum skulu tit arbeiða víðari við?
• Hvat skulu tit gera fyri at halda fram við menningini?
toymi
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016