Samvirkisnám og floksleiðsla - page 15

15
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
Frá bólki til toymi
Arbeiða næmingarnir í einum toymi, ella eru teir í einum bólki? Sama spurning kunnu vit eisini seta
lærarum, sum samstarva um ein flokk. Nær er talan um ein bólk, og nær er talan um eitt toymi?
Vit nevna tað ofta “toymisarbeiði”, sum í veruleikanum er bólkaarbeiði. Eyðkenni fyri ein bólk er, at
bæði uppgávur og ábyrgd eru mest til hvønn bólkalim sær, og tað er lítið tilknýti millum limirnar í
bólkinum. Tað eyðkennir toymið, at uppgávur og ábyrgd eru felags, samskiftið er nógv, og limirnir
í toyminum eru tætt knýttir at hvørjum øðrum. Í samvirkisnámi verður arbeitt í toymum, men kan-
ska ikki frá fyrstu løtu. Málið er tó at menna toymi og ikki bólkar.
Á myndini niðanfyri sæst, hvussu ein bólkur kann verða mentur frá einum arbeiðsbólki, ið onga
ætlan hevur um at gerast toymi. Í hesum bólki avrika limirnir sum mest hvør sær og kunna bara
limirnar í bólkinum um tað, teir fáa burturúr.
Ein bólkur kann saktans rigga so illa, at avrikið verður verri, enn um næmingarnir arbeiddu hvør
sær. Eg haldi, at flestu okkara hava roynt at fingið næmingar at arbeiða í einum bólki og síðan
sannað, at einki kom burturúr. Hvat gera vit so? Ja, tá havi eg hoyrt meg siga, at so mugu tey
arbeiða hvør sær, tí tá fáa tey meiri burturúr. Í slíkum føri er bólkurin eitt sonevnt “eiti av einum
toymi” (Johnson o.fl. 2007):
Strikumynd av avrikum í toymum
Avriksstig
Virkisføri
Arbeiðsbólkur
Eiti av toymi
Toymi við framúr avriki
Veruligt toymi
Hugsað toymi
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,5,6,7,8,9,10,11,12,13,14 16,17,18,19,20,21,22,23,24,25,...164
Powered by FlippingBook