Samvirkisnám og floksleiðsla - page 150

150
|
Um nú...
SAMVIRKISNÁM
Í hesum kapitlinum koma vit inn á nakrar spurningar og tvístøður, ið kunnu koma fyri í arbeiðinum
við samvirkisnámi. Her eru ongar venjingar.
Um nú næmingarnir ikki hava gjørt heimaarbeiðið?
Er tað stórur trupulleiki í einum flokki, at nógvir næmingar ikki gera heimaarbeiði, byrja so við
venjingum, har tað ikki er eitt krav, at næmingarnir hava fyrireikað seg heima. Tað sæst ógvuliga
týðiliga í venjingunum, tá ið næmingar ikki eru fyrireikaðir. Nú kunnu tey ikki longur fjala seg og
einki gera, eins og í vanligari floksundirvísing.
Við tíðini fer undirvísingarhátturin við samvirkisnámi at noyða næmingarnar at fyrireika seg betur
til at arbeiða í bólki við floksfeløgum. Tað er einki stuttligt at vera tann næmingur, ið hinir ikki rokna
við, tí hann fyrireikar seg ongantíð. Og tað hevur størri ávirkan á næmingin, enn tá ið lærarin júkar
um at gera heimaarbeiðið.
Hvat geri eg, um eg havi ein ógvuliga veikan næming?
Næmingar, ið eru illa fyri bæði fakliga og sosialt, kunnu verða ein sonevndur tvíburi í einum bólki.
Tað vil siga, at tey luttaka í venjingunum saman við einum makkara og fáa fyrimun av tí. Í hesum
føri eru tveir næmingar um leiklutin hjá einum næmingi. Men tað er umráðandi, at tey hava greiðar
leiklutir, so tað ikki er so, at stinnari næmingurin ger arbeiðið fyri báðar.
Veiki næmingurin nýtist ikki vera tvíburi alla tíðina. Í nógvum førum kann næmingurin saktans vera
einsamallur. Tað er mennandi fyri allar næmingar at royna seg sum tvíburi. Tú kanst eisini brúka
møguleikan við tvíbura, um næmingatalið er stakt tal, og næmingarnir skulu arbeiða tveir og tveir
saman ella í bólki við fýra næmingum.
Undirvísingin við samvirkisnámi gevur annars læraranum nógv betri stundir at hjálpa næmingum,
ið veruliga hava tørv á tí.
Hvussu við børnum, ið hava diagnosu, t.d. ADHD?
Sum nevnt áður, trívast mong børn við serstøkum avbjóðingum betur í meiri skipaðu undirvís-
ingini við samvirkisnámi.
Tey hava trupulleikar í ófyriboðaðum støðum, og uttan fastar karmar fyri samstarvið. Men tað er
framvegis týdningarmikið at líta at einstaka barninum og hjálpa tí, tá tað hevur brúk fyri serstøk-
um reglum.
Um nú flokkurin skal hava vikar?
Tað er ein avbjóðing fyri ein vikar at undirvísa við samvirkisnámi. Men sum næmingarnir venja seg
við undirvísingarháttin, kunnu teir vera við at kunna vikarin um henda arbeiðsháttin.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,140,141,142,143,144,145,146,147,148,149 151,152,153,154,155,156,157,158,159,160,...164
Powered by FlippingBook