Samvirkisnám og floksleiðsla - page 151

151
|
Um nú...
SAMVIRKISNÁM
Afturfyri kann samvirkisnám vera við til at gera undirvísingina hjá vikari rættiliga gagnliga, tí við
samvirkisnámi tekur lærarin ikki lut á sama hátt sum í vanligu undirvísingini. Næmingarnir kunnu
arbeiða sjálvstøðugari enn í teimum førum, vikarurin kemur dettandi inn í eina undirvísing uttan
samvirkisnám.
Putlispælshátturin (venjing 1.4) kann verða brúktur, tá ið flokkurin lesur ein tekst. Tá ið næming-
arnir hava lisið hvørt sítt brot av tekstinum og hjálpt hvørjum øðrum ígjøgnum allan tekstin, kunnu
teir gera spurnakort til tekstin og royna venjingina “Stuttur fundur” (venjing 7.1 ella 7.2) við spurn-
ingunum.
Hvussu stórur partur av undirvísingini skal vera
samvirkisnám?
Tíbetur gert tú tað sjálvur av sum lærari! Trupult er at koma við einum endaligum boði, tí læring
í felagsskapi er jú nógv annað enn at arbeiða saman í bólki. Her er jú øll hugsanin um, at lærarin
skal tosa minni, so næmingarnir kunnu menna førleikar í samskifti og samstarvi og fáa so nógva
talutíð, sum til ber.
Eg havi sett mær eitt mál, sum eg sjálvandi eisini havi sagt næmingunum: At tey ikki fara úr mín-
um tímum uttan at hava sagt okkurt (fakligt) hart í flokkinum og hava verið til gongu um gólvið
í undirvísingini í hvørjum tíma. Hesi bæði partsmál hava í veruleikanum stóran týdning í broyttu
undirvísing míni, sammett við tíðina áðrenn eg kendi til samvirkisnám. Næmingarnir eru virknir og
nærlagdir, teir læra nógv, og tímarnir flúgva avstað!
Um nú foreldrini ikki vilja, at børnini arbeiða í bólki?
Summum foreldrum dámar ikki, at børnini arbeiða í bólki. Kanska tí tey hava vána royndir við
óskipaðum bólkaarbeiði, har børnini máttu gera alt arbeiðið. Mangan eru tað foreldur at dugna-
ligum, samvitskufullum børnum, ið arbeiða ímóti bólkaarbeiði.
Men foreldrini mugu verða gjørd var við, at hetta er ikki “vanligt” bólkaarbeiði við ongum reglum
fyri samstarvi. Nú kunnu teir minni arbeiðssomu næmingarnir ikki sleppa sær undan, meðan teir
dugnaligu skulu bera alla arbeiðsbyrðuna.
Foreldrini kunnu eisini verða kunnað um læringstríkantin á síðu 79. Tríkanturin stuðlar grundgev-
ingunum, at samvirkisnám er gott og munadygt fyri læringina, og at øll læra okkurt av tí. Tað er tó
umráðandi, at næmingarnir ikki bara tykjast arbeiða við samvirkisnámi, tí teir eru í bólkum, men
at teir veruliga arbeiða saman á mál.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,141,142,143,144,145,146,147,148,149,150 152,153,154,155,156,157,158,159,160,161,...164
Powered by FlippingBook