Samvirkisnám og floksleiðsla - page 152

152
|
Um nú...
SAMVIRKISNÁM
Um flokshølið er ov trongt at ganga í?
Tað krevst eitt sindur av plássi til venjingarnar, tá ið næmingarnir trína fram á gólv. Eru nógv borð
í flokkinum, kann vera trupult at fáa neyðuga plássið. Annar møguleiki er at fara í annað høli. Tá
mugu næmingarnir venja seg til skiftið úr flokshølinum, so tað ikki tekur ov nógva tíð frá undir-
vísingini. Tað kundi verið eitt sosialt mál at farið stillisliga úr flokkinum til felagshølið og brúkt í
mesta lagi 30 sekund um tað. Hygg í 6. kapittul um at venja sosialar førleikar.
Kann eg broyta venjingarnar?
Venjingarnar, ið eru savnaðar her, eru ætlaðar sum ein karmur um undirvísingina. Væntar tú, at
venjingin riggar betur við at broyta hana eitt sindur, so hevði eg verið hørm, um tú ikki gjørdi hesa
lítlu broyting!
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,142,143,144,145,146,147,148,149,150,151 153,154,155,156,157,158,159,160,161,162,...164
Powered by FlippingBook