154
|
Frásjónir (perspektiv) í samvirkisnámi
SAMVIRKISNÁM
Hvussu man fólkaskúlin síggja út í 2020? Verður arbeitt líka íðið við samvirkisnámi sum í dag?
Fyri nøkrum árum síðan var eg á einum 14 daga skeiði í Týsklandi saman við lærarum úr øllum
heiminum. Felags fyri okkum var, at vit undirvístu í týskum. Tá ið eg aftaná hugsaði um tað, eg
upplivdi á skeiðinum, var eg errin av at vera partur av danska fólkaskúlanum, har lærararnir
eru ótrúliga dugnaligir at undirvísa akkurát tí bólki av næmingum, sum teir hava. Teir duga at
laga undirvísing og undirvísingarhættir til mongu, ymisku næmingarnar í flokkinum. Nógvir av
starvsfeløgunum, eg hitti í Týsklandi, løgdu heldur størri dent á fakligu evnini í undirvísingini enn
á læritilgongdir.
Rák hava tað við at koma og fara, men eg haldi, at samvirkisnám í einum ella øðrum skapi er
komið fyri at vera. Samvirkisnám skal vera ein bati og hjálp í undirvísing okkara, so næmingarnir
í síðsta enda gerast dugnaligari og glaðari fyri at ganga í skúla. Samvirkisnám má ongantíð verða
ein avmarking, so vit ikki kunnu hugsa sjálvi. Tí tað er júst tað, vit duga so væl í Danmark.
Danmarks Evalueringsinstitut (EVA) gav í 2011 út eina frágreiðing um næmingalagaða undirvísing.
Frágreiðingin setir enn eina ferð næmingalagaða undirvísing á dagsskránna í skúlanum. Seinast
EVA eftirmetti sama hugtak var í 2004, og tá vóru stórar avbjóðingar í at tulka hugtakið. Síðan
er dentur lagdur á tað fakliga í eftirmetingini hjá lærarunum sum eina gongda leið til at næminga-
laga undirvísingina. Men eisini í 2011 var trupult hjá lærarunum at fremja eina næmingalagaða
undirvísing.
Næmingalagað undirvísing leggur dent á læringina hjá einstaka næminginum. Men næmingalagað
undirvísing er ikki, at undirvísingin skal vera sergjørd til hvønn næming sær, ella at lærarin skal
brúka mest møguliga tíð saman við hvørjum næmingi. Tað er jú ómøguligt at brúka tíð saman
við hvørjum næmingi sær í flokki við 25 næmingum. Men tað ber til at leggja til rættis eina
undirvísing, ið leggur dent á læritilgongdirnar hjá næmingunum, so teir meta undirvísingina vera
áhugaverda og viðkomandi, og teir arbeiða við at seta sær sjálvum mál, taka lut í undirvísingini
og at eftirmeta læring sína.
Tú kanst ikki greiða alt við at brúka meginreglur úr samvirkisnámi, men vit eru væl á veg. Vit bjóða
næmingunum av alla tíðina at taka støðu og hugsa seg um. Norski professarin Thomas Nordahl
vísir á, at ætlanin við næmingalagaðari undirvísing er fyrst og fremst at fremja góðar umstøður til
sosiala og fakliga læring, har vit bjóða næmingunum ymiskt innihald, undirvísingarhættir, felags-
skap, tilfar og tíð (EVA 2011).
Ætlan mín við hesi bók hevur verið at geva íblástur til undirvísing, ið tekur støði í góðum umstøðum
um læring, har tað verður arbeitt við at hava eina so fjølbroytta undirvísing, sum til ber, tá ið vit
nú vita, at í felagsskapinum eru einstaklingar, ið læra á ymiskan hátt.
Far í leiðarahattin og vís næmingunum vegin.
Góðan arbeiðshug
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016