156
|
Um høvundin
SAMVIRKISNÁM
Um høvundin
Mette Stange, fødd í 1970, varð í 2001 útbúgvin sum fólkaskúlalærari frá Jelling Seminarium við
linjulærugreinunum danskt og týskt.
Frá 2001 til 2011 var Mette í starvi í Erritsø Centralskole í Fredericia Kommune. Síðan 2002 sum
flokslærari og lærari í donskum og týskum í framhaldsdeildini. Erritsø Centralskole bjóðar næm-
ingunum í framhaldsdeild tríggjar breytir: nýskapanarbreyt, kt-breyt og altjóðabreyt. Mette var
lærari á altjóðabreytini. Skúlaárið 2011-12 var Mette tímalærari í sama skúla, har hon undirvísti
einum 9. flokki í týskum. Frá 2008 var Mette í einum samansettum starvi, har hon helvtina av
tíðini var í starvi sum námsfrøðiligur ráðgevi á UCL, Center for Undervisningsmidler í Vejle. Her
hevði hon lutvíst ábyrgd av lærugreinini týskum og lutvíst nógvar almennar námsfrøðiligar upp-
gávur, m.a. samvirkisnám og floksleiðslu.
Mette hevur verið við í lestrarbólki um samvirkisnám og tikið lut í kravmiklum námsskeiði við Yael
Sharan úr Ísrael, ið hevur skrivað fleiri bøkur um samvirkisnám.
Í 2010 varð Mette liðug við eina PD (Námsfrøðilig diplomútbúgving) í Verkætlanarleiðslu og men-
ning av felagsskapi. Próvtøkuverkætlanin var um at fáa stigbýtta fólkaskúlan
til eina heild.
Frá august 2011 hevur Mette verið sjálvstøðugur ráðgevi í ráðgevaravirkinum
hjá sær og manninum, MEBO-Consult í Fredericia. Umframt at undirvísa í sam-
virkisnámi og floksleiðslu, er Mette dagligur leiðari fyri ætlanini ”Nu Kan Du
Lære Det”, har tey bjóða fram privatundirvísing og eina hjálpandi hond til næm-
ingar í fólkaskúla og studentaskúla.
Vitja heimasíðuna
ella
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016