16
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
Í hugsaða toyminum verður so við og við ein økt trongd til úrslit og felags ábyrgd, meðan limirnir í
veruliga toyminum bæði hava felags ábyrgd og felags mál. Í toyminum við framúr avriki er næstan
ikki brúk fyri leiðslu, og limirnir hugsavna seg í stóran mun um uppgávu og avrik.
Ein bólkur verður ikki altíð til eitt toymi. Tað skal arbeiðast ógvuliga tilvitað við tí, og jaliga tilknýtið
má betrast við venjingum, sum t.d. venjing 1.4 og 1.5.
Tú kanst greiða næmingunum frá, hvat eyðkennir virksemið í einum toymi, við niðanfyri nevndu
lýsing:
Í einum toymi:
T
–
T
osa vit saman og hjálpast at.
OY
–
OY
! Sum vit arbeiða seriøst!
M
–
M
innast til at eftirmeta samstarvið.
I
–
I
vast ikki í at vera jalig.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016