17
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
Venjingar til 1. kapittul
1.1 • Hvat eru vit felags um í flokkinum? – lærarasíða og næmingasíða
Tað hevur alstóran týdning fyri flokk og toymi at læra hvønn annan at kenna. Tú heldur kanska, at
næmingarnir kennast rættiliga væl, tá ið teir hava verið saman í flokki í fleiri ár, men tað er ikki
altíð so. Henda venjingin leggur dent á ymiskt, ið er felags fyri næmingarnar. Tað er ein ásannan
av, hvussu nógv vit veruliga hava í felag, og tað kann vera við til at økja um felagsskapin í flokkinum.
Á lærarasíðuni verður kunnað um venjingina. Næmingasíðan verður prentað til hvønn næming
sær.
1.2 • Hvat eru vit felags um í toyminum? – lærarasíða, næmingasíða og
toymissíða
Eins og í venjing 1.1 verður dentur lagdur á, hvussu nógv næmingarnir hava í felag. Nú er talan
um næmingar í hvørjum toymi sær.
Lærarasíðan kunnar um venjingina, og næmingasíðan verður prentað til hvønn næming sær.
Toymissíðan verður prentað og handað hvørjum toymi.
1
1.3 • Ein samdur bólkur – lærarasíða
Á hesi síðu er greitt frá uppgávu við tí endamáli at fáa hvønn næming sær at taka ábyrgd av toym-
inum og knýta jalig bond til hini í toyminum. Uppgávan kann verða brúkt í ymsum høpi, tá ið
lærarin vil vissa sær, at øll eru við og taka lut í bólkinum. Uppgávan til bólkin kann vera at endur-
geva ein lisnan tekst, rokna eina uppgávu, greiða frá fakligum hugtøkum, taka samanum, hvønn
hugburð næmingarnir hava um eitt nógv umrøtt evni, ella okkurt heilt annað.
1.4 • Putlispælshátturin – lærarasíða og næmingasíða
Henda venjingin skal fáa hvønn næming sær at taka størri ábyrgd og knýta seg jaliga til hinar
næmingarnar. Allir fáa ábyrgd av einum ávísum teksti, einum sjónarhorni til tekstin, einum formli
í støddfrøði ella einum hugtaki. Næmingarnir skulu arbeiða saman við øðrum uttan fyri toymið til
tess at ogna sær størri vitan um sín part. So koma tey aftur í grundtoymið og eru nú einasti limur
í toyminum við hesi vitan, sum tey skulu greiða toyminum frá!
2
Lærarasíðan kunnar um venjingina, og næmingasíðan verður prentað til hvønn næming sær.
1 Íblástur frá Lohmann (2008).
2 Íblástur frá Brüning og Saum (2009), ið vísa til Elliot Aronson.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016