18
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
1.5 • Gera hugtøk – lærarasíða
Venjingin er eitt uppskot til at gera hugtøk og fata tey. Her kann kjak standast av. Uppgávan er
opin, og næmingarnir taka støðu. Lærarin biður næmingarnar grundgeva fyri, hví teir hava flokkað,
sum teir hava. Venjingin kann verða brúkt í størri ella smærri bólkum.
3
1.6 • At innrætta flokshølið - lærarasíða
Her er ein minnislisti við ymsum, tú skalt hugsa um, tá ið tit arbeiða við samvirkisnámi og skulu
flyta borð og stólar. Her eru eisini tvey uppskot um at seta borðini í flokshølinum.
1.7 • Tilvildarliga gjørdir bólkar – lærarasíða
Henda síða hevur nógv dømi um, hvussu tú setir saman bólkar á ein stuttligan og tilvildarligan
hátt.
1.8 • Tilrættislagdir bólkar – lærarasíða
Á hesi síðu eru nógv dømi um, hvussu tú setir saman bólkar á skemtiligan hátt og við ávísari
ætlan. Tú setir kanska næmingar saman, sum ikki eru vanir at arbeiða saman.
1.9 • Avtalukalendari – lærarasíða og næmingasíða
Venjingin hjálpir næmingum at finna saman tveir og tveir. Næmingarnir skulu brúka so stutta tíð,
sum til ber, at finna saman við einum makkara. Soleiðis fær lærarin skjótt fýra nýggj pør, ið ikki
eru saman sum grundtoymi.
4
1.10 • Avtaluklokka – lærarasíða og næmingasíða
Aftur ein venjing til at gera pør. Næmingarnir skulu brúka so stutta tíð, sum til ber, at finna saman
við einum makkara. Soleiðis fær lærarin skjótt 12 ymisk pør í flokkinum, ið ikki eru saman sum
grundtoymi.
5
3 Íblástur frá Spencer Kagan úr „Flip-overstafet”.
4 Íblástur frá Bochmann og Kirchmann (2006).
5 Íblástur frá Brüning og Saum (2009).
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016