Samvirkisnám og floksleiðsla - page 19

19
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
1.1 • Hvat eru vit felags um í flokkinum?
1. Næmingarnir fáa avrit av næmingasíðu 1.1: „Hvat eru vit felags um í flokkinum?”
2. Næmingarnir fara til gongu í flokkinum. Tey rætta pappírið upp sum tekn um, at tey vilja tosa
við onkran úr flokkinum.
3. Tá ið tey hitta ein makkara, heilsa tey vinaliga hvør upp á annan og finna okkurt, sum tey hava
í felag. Tað skulu vera tvey ymisk øki. T.d. okkurt, ið teimum dámar at síggja í sjónvarpi, onkur
matur ella áhugamál í frítíðini. Lærarin kann eisini áseta eitt avmarkað øki, ið næmingarnir
skulu halda seg innanfyri.
4. Tá ið næmingarnir hava funnið tvey ymisk øki og skrivað tey á síðuna, takka teir hvørjum
øðrum fyri samrøðuna og fara at leita eftir einum nýggjum makkara at tosa við.
Venjingin er liðug, tá ið øll síðan er skrivað, ella tá ið avtalaða tíðin er farin.
Er næmingatalið eitt stakt tal, kunnu tríggir næmingar finna saman í einum bólki. Nú skulu tey
finna okkurt, ið øll trý eru felags um.
Venjingin riggar eisini væl, um næmingarnir kenna hvønn annan. Næmingarnir fáa kunnleika um
ymiskt, ið teir kanska ikki tosa um í gerandisdegnum.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,9,10,11,12,13,14,15,16,17,18 20,21,22,23,24,25,26,27,28,29,...164
Powered by FlippingBook