Samvirkisnám og floksleiðsla - page 21

21
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
1.2 • Hvat eru vit felags um í toyminum?
1. Næmingarnir sita í grundtoyminum.
2. Tey fáa ásetta tíð (2-5 min.). Hvør næmingur skal skriva á næmingasíðu 1.2, hvat honum
dámar væl, hvat honum ikki dámar, og á hvønn hátt hann heldur seg vera serstakan.
3. Tá ið tíðin er farin, skulu næmingarnir skiftast um at siga eitt orð av listanum. Nevna tey
okkurt, sum toymið er samt um, verður tað skrivað á síðuna hjá toyminum. Næmingarnir
kunnu gott nevna nógv ymisk uppskot og so velja úr.
4. Næmingarnir enda umfarið í toyminum við at finna tað, sum ger teir serstakar.
5. At enda verður tikið samanum í flokkinum.
Venjingin kann enda við, at toymið finnur sær eitt navn. Navnið skal siga okkurt um limirnar, t.d.
Lakressrøturnar, Jarðberjaelskararnir, Bieberfjeppararnir, Arbeiðsmeyrurnar, Pizzadrekkararnir
ella okkurt annað stuttligt, sum teir finna uppá.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,11,12,13,14,15,16,17,18,19,20 22,23,24,25,26,27,28,29,30,31,...164
Powered by FlippingBook