Samvirkisnám og floksleiðsla - page 24

24
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
1.3 • Ein samdur bólkur
1. Bólkurin fær eina uppgávu.
2. Hvør næmingur í bólkinum fær tíð at hugsa seg um og sjálvur finna eitt svar.
3. Bólkurin tosar saman um svarið, og hvussu tey ætla at loysa uppgávuna.
4. Bólkurin finnur eitt felags svar, sum verður skrivað á eitt pappír.
5. Allir næmingar í bólkinum skriva undir uppá, at teir eru samdir um svarið.
6. Næmingarnir í bólkinum fáa sær sjálvum eitt tal.
7. Lærarin sigur eitt tal ella velur á annan hátt ein næming at leggja fram svarið hjá bólkinum.
Tá ið næmingarnir hava roynt hetta eina tíð, kunnu teir gevast við at skriva undir. Undirskriftin er
við til at knýta næmingarnar saman í bólkinum/toyminum. Næmingarnir skulu verða samdir og
vátta tað við undirskriftini.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,14,15,16,17,18,19,20,21,22,23 25,26,27,28,29,30,31,32,33,34,...164
Powered by FlippingBook