Samvirkisnám og floksleiðsla - page 25

25
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
1.4 • Putlispælshátturin
1. Næmingarnir arbeiða í bólkum við t.d. trimum ella fýra næmingum í hvørjum.
2. Lærarin hevur funnið ein tekst, sum hann býtir í so nógvar partar, sum næmingar eru í toym-
inum.
3. Hvør næmingur í toyminum fær ein part av tekstinum. Tey hava so statt ymiskar, talmerktar
partar av sama teksti.
4. Allir næmingar við tekstparti 1 fara nú saman í nýggjar bólkar. Á sama hátt gera næmingar
við tekstparti 2, parti 3 o.s.fr.
5. Í nýggju bólkunum arbeiða næmingarnir saman um at læra seg tekstpartin, ið teir hava fingið.
6. Tá ið teir hava lisið og arbeitt partin ígjøgnum, fara næmingarnir aftur í upprunatoymið.
7. Næmingarnir skulu nú gera hesar uppgávur:
• Lærið hini tykkara tekstpart.
• Lærið tykkum tað, ið hini bera fram.
• Gerið ein samandrátt av øllum tekstinum.
Broyting:
Næmingarnir hava lisið ein felags tekst ella sæð ein film. Tey fáa nú fýra øki, sum tey fara í dýpd-
ina við og brúka putlispælsháttin.
• Persónslýsingar
• Lýsa umhvørvið
• Sjónarhorn hjá frásøgufólki
• Viðmerkingar frá høvundinum
• Myndberingar
Ella:
Eitt søguligt tíðarskeið, sum næmingarnir skulu finna dømi um í einum teksti.
Ein rokniháttur, sum næmingarnir skulu gera uppgávur í til hini.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,15,16,17,18,19,20,21,22,23,24 26,27,28,29,30,31,32,33,34,35,...164
Powered by FlippingBook