Samvirkisnám og floksleiðsla - page 31

31
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
1.7 • Tilvildarliga gjørdir bólkar
Gera pør
1. Stillið tykkum á rað eftir ...
Næmingarnir stilla seg á rað eftir sídd á hári, stødd á skóm, gøtunummari, vegalongd til
skúlan, tal á knøppum í klæðum ella øðrum. Tveir og tveir næmingar eru saman.
2. Finn tín makkara.
Næmingarnir fáa hvør sín part av tilfari, har bara tveir partar hóska saman. Til dømis stórir
og smáir stavir, tvær eins myndir ella tøl, ið vera 30 til samans. Næmingarnir ganga runt í
hølinum, og tá ið lærarin gevur teimum eitt tekn, finna teir sín makkara.
3. Tak eitt band.
Lærarin skal hava líka nógv bond sum helvtin av næmingatalinum í flokkinum. Lærarin
heldur um miðjuna á hvørjum bandi, og endarnir hanga niður úr lógvanum báðumegin við.
Hvør næmingur tekur í ein enda, og lærarin sleppur so bondunum. Teir næmingar, sum
halda í hvør sín enda á sama bandi, eru saman.
Gera bólkar
1. Í eitt rað eftir ...
2. Být út eini spælikort í flokkinum, og næmingarnir fara fýra og fýra saman í bólk. Fýra ess er
ein bólkur, fýra tveyarar ein annar bólkur o.s.fr.
3. Kort við navnorðum í fýra bendingum (eintali, fleirtali, bundið, óbundið) verða býtt út millum
næmingarnar í flokkinum. Tá ið næmingarnir hava funnið saman, eru teir ein bólkur.
4. Fýra eins myndir, tøl ella tílíkt. Sama venjing sum frammanfyri undir “Gera pør”, men nú í
dupultari nøgd.
5. Tøl úr tabellum. Fýra tøl úr 3-, 4-, 5- og 6-tabellini.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,21,22,23,24,25,26,27,28,29,30 32,33,34,35,36,37,38,39,40,41,...164
Powered by FlippingBook