32
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
1.8 • Tilrættislagdir bólkar
1. Eftir kyni (miða eftir, at tað eru líka nógvir dreingir sum gentur í hvørjum bólki).
2. Eftir etniskum uppruna.
3. Eftir ávísum fakligum eyðkenni (t.d. ein góður lesari í hvørjum bólki).
4. Eftir sosialum førleika (tað er ikki altíð sami næmingur, ið bæði er fakliga og sosialt væl fyri).
5. Eftir evnunum at fara til verka. Bólkarnir verða gjørdir, so tað er ein virkisfúsur næmingur í
hvørjum bólki.
6. Eftir hvør hevur skil á skúlatingum. Næmingarnir verða býttir, so tað í hvørjum bólki er ein, ið
altíð hevur bøkur við, hevur pakkað taskuna og gjørt heimaarbeiðið.
7. Eftir samstarvi. Næmingarnir í bólkinum hava ikki arbeitt saman áður. Soleiðis sleppa øll at
arbeiða saman við øllum.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016