Samvirkisnám og floksleiðsla - page 33

33
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
1.9 • Avtalukalendari
1. Næmingarnir fáa næmingasíðu 1.9 og skulu gera eina avtalu fyri hvørja av teimum fýra tal-
merktu reglunum. Tað er umráðandi at tryggja sær, at allir næmingar verða spurdir. Hav
greiðar treytir.
2. „Tú skalt gera eina avtalu við ein makkara, ið tú ikki hevur arbeitt saman við í vikuni.”
3. „Tú skalt gera eina avtalu við eitt annað kyn.”
4. „Tú skalt gera eina avtalu við ein, ið tú ikki ert í grundtoymi við.”
5. „Tú skalt velja ein úr hvørjum av hinum toymunum.”
6. Næmingarnir ganga uppi á gólvinum og gera avtalur. Navnið á makkaranum verður skrivað
á eina reglu.
7. Lærarin hevur nú fýra ymisk pør við hvørjum næmingi.
8. Nú kann lærarin skjótt og lætt biðja næmingarnar finna t.d. “Makkaran á 2. reglu”.
Minst til, at næmingurin skal skriva floksfelagan á regluna við sama tali, sum hann sjálvur verður
skrivaður á hjá floksfelagnum. T.d. um Mia skrivar “Jónas” á 1. reglu, skal Jónas eisini skriva “Miu”
á sína 1. reglu.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,23,24,25,26,27,28,29,30,31,32 34,35,36,37,38,39,40,41,42,43,...164
Powered by FlippingBook