35
|
Samvirkisnám og felagsskapur
SAMVIRKISNÁM
1.10 • Avtaluklokka
1. Næmingarnir fáa næmingasíðu 1.10 og skulu gera eina avtalu fyri hvønn heilan tíma (tølini
1-12). Tað er umráðandi at tryggja sær, at allir næmingar verða spurdir. Hav greiðar treytir.
2. „Tú skalt gera eina avtalu við ein makkara, ið tú ikki hevur arbeitt saman við í vikuni.”
3. „Tú skalt gera eina avtalu við eitt annað kyn.”
4. „Tú skalt gera eina avtalu við ein, ið tú ikki ert í grundtoymi við.”
5. „Tú skalt velja ein úr hvørjum av hinum toymunum.”
6. Næmingarnir ganga uppi á gólvinum og gera avtalur. Navnið á makkaranum verður skrivað
á ein klokkutíma.
7. Lærarin hevur nú tólv ymisk pør við hvørjum næmingi.
8. Nú kann lærarin skjótt og lætt biðja næmingarnar finna t.d. “Makkaran á klokkan 3”.
Minst til, at næmingurin skal skriva floksfelagan á sama klokkutíma, sum hann sjálvur verður
skrivaður á hjá floksfelaganum. Skrivar Petur t.d. “Andrias” á klokkan 2, skal Andrias eisini skriva
“Petur” á klokkan 2 hjá sær.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016