38
|
Floksleiðsla
SAMVIRKISNÁM
Hesin kapittulin er um hugtakið floksleiðsla, ið fevnir um tað at leiða læring, undirvísing og atferð
hjá næmingunum. Elsebeth Jensen og Ole Løw siga floksleiðslu vera: ”Evnini hjá lærara at skapa
eina jaliga, samstarvshugaða og inkluderandi (íroknandi) floksmentan, eggja til luttøku og at fáa
arbeiðsfrið” (Jensen og Løw 2009). Teir nevndu partarnir skarast um, og tú kanst ikki bara leggja
dent á atferð hjá næmingi uttan at taka læritilgongdir við. Eg komi við fleiri uppskotum og venjing-
um til ein fjølbroyttan skúladag og at fáa rørslu við í undirvísingina.
Floksleiðsla og ófriður
Tað verður tosað ógvuliga nógv um floksleiðslu nú. Ymisk orð verða brúkt, eitt nú floksleiðsla,
læringsleiðsla og atferðarleiðsla. Men kanska hava tey nøkulunda sama týdning? Floksleiðsla er
sum hugtak yvir hinum og fevnir eisini um atferðarleiðslu og læringsleiðslu.
Dansk Clearinghouse for Uddannelsesforskning (Nordenbro o.fl. 2008) góvu í 2008 út eina frá-
greiðing, sum staðfesti, hvørjir læraraførleikar stuðla læring hjá børnum og ungum:
• Førleiki til sambond.
Hetta inniber, at lærarin er førur fyri at seta seg í støðuna hjá øðrum
og týða kropsmál hjá næmingunum. At tokki, virðing, álit og innlivan lýsir av læraranum.
Lærarin má kunna handfara atburðin hjá næmingunum, eisini atburðin hjá næminginum, ið
ikki dámar læraran.
• Sjónlig leiðsla.
Lærarin skal so líðandi fáa næmingarnar sjálvar at gera galdandi reglur.
Hetta kann lærarin gera m.a. við at seta teimum yvirskipað mál. Lærarin má so at siga leiða
næmingarnar, til teir duga sjálvir. Tað hevur stóran týdning fyri læring og tilelving hjá næm-
ingunum, at lærarin setir greiðar og týðiligar karmar. Málini fyri arbeiðið í flokkinum skulu
verða greið, og bæði lærari og næmingar skulu kenna málini.
• Førleiki at læra frá sær
(didaktiskur førleiki). Her er talan bæði um almennan didaktiskan
førleika og førleika í lærugreinum. Lærarin skal kunna grundgeva fyri, hví hann velur at gera
so ella so í undirvísingini. Hví geri eg, sum eg geri? Hvørji evni skulu vera í undirvísingini, og
hvussu síggi eg, um tað riggar?
Á myndini niðanfyri havi eg roynt at seta upp, hvat ein lærari skal duga. Alt er savnað í trimum
hugtøkum.
Undirvísingarleiðsla
Læringarleiðsla
Atferðarleiðsla
Sjónlig leiðsla
Førleiki at læra frá sær
Førleiki til sambond
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016