Samvirkisnám og floksleiðsla - page 39

39
|
Floksleiðsla
SAMVIRKISNÁM
Floksleiðsla er at leiða undirvísingina og kunna leggja til rættis eina fjølbroytta undirvísing, at leggja
til rættis læritilgongdir og at leiða atferðina hjá næmingunum. Undir hesum eisini at handfara ófrið
í flokkinum. Fyri árum síðan var kanska mest hugsað um, hvussu tú skuldi stýra ófriðinum, tá
ið tosað varð um floksleiðslu. Sjálvandi er tað framvegis týdningarmikið at kunna handfara ófrið
í flokkinum. Er ov nógvur ófriður, verður ótolandi hjá bæði lærarum og næmingum í flokkinum.
Mást tú sum lærari brúka nógva tíð til ófrið, so tekur tú tíð frá onkrum øðrum, nevniliga fakligu
læringini hjá næmingunum.
Kanningin Arbejdsmiljø og helbred i Danmark 2010 (Madslund og Rydahl 2011) hjá Nationale
Forskningscenter for Arbejdsmiljø, NFA, staðfestir, at 72 % av øllum fólkaskúlalærarum javnan
hava trupulleikar av ófriði í flokkum. Sama kanning varð gjørd fimm ár frammanundan, og tá vóru
umleið 50 %, sum søgdu tað sama. Í tilmæli frá arbeiðsbólki í sambandi við TALIS-kanningarnar
(september 2010) millum lærarar í Føroyum verður m.a. sagt soleiðis: “Ein ávísur munur er á tørvi
og ynski um fakliga førleikamenning alt eftir aldri. Yngru lærararnir siga, at teir hava serligan tørv
á hesum økjum: stýring av undirvísingini umframt næmingaagi (-disiplin) og atferðartrupulleikar.”
Man størsta orsøkin til vaksandi trupulleikan vera, at tað eru fleiri næmingar í flokkinum, ring inni-
luft ella okkurt annað? Nei, tað eru granskarar ikki greiðir yvir. Talið er ið hvussu er alt ov høgt, og
lærarin má brúka orkuna, har hann kann, nevniliga at ala upp eina mentan í flokkinum, har næm-
ingarnir virða hvønn annan og hava greiðar reglur fyri, hvør tosar nær. Floksleiðsla er, sum áður
sagt, ikki bara at fáa frið í flokkin. Saman við arbeiðsfriði vilja vit fegin hava virknar, eldhugaðar
næmingar, ið taka lut í undirvísing og kjaki, og tað er trupult at kjakast friðarliga!
Floksleiðsla og samvirkisnám
Hví skulu vit so tvinna floksleiðslu saman við samvirkisnámi?
Fert tú at arbeiða við samvirkisnámi í undirvísingini, sært tú týðiliga, at tað er lærarin, ið stýrir.
Sum meginregla stýrir hann altíð, men tað verður nú lættari hjá honum at fara í leiðarahattin, tí
hann skal í lutfalsliga nógvum førum taka avgerð. Eitt, sum næmingarnir onga ávirkan hava á, er,
hvør situr undir liðina á hvørjum í flokkinum.
Kanning av inkluderandi (íroknandi) umstøðum um læring (Jensen og Skibsted 2011) vísir, at
tá ið barnið sjálvt skal velja sær onkran at samstarva við, er tað ein ekskluderandi (útihýsandi)
partur í lívinum hjá barninum. Tað er lætt at ímynda sær støðuna, um tú dagliga skalt berjast fyri
at finna onkran, ið vil vera saman við tær. Summir næmingar vera so “sjálvstøðugir”, at teir vilja
arbeiða einsamallir. Kanska tí tað er lættari hjá næmingi at arbeiða einsamallur enn at verða kvei-
straður burtur? Kanningin vísti eisini, at samvirkisnám er við til at bøta um karmarnar um íroknandi
umstøður um læring.
Eru karmarnir rættiliga skipaðir, sleppa næmingarnir at flyta seg innan fyri karmarnar við tí ferð,
ið teir megna. Eitt dømi um skipaðan karm er, at næmingarnir skulu kjakast um ein givnan tekst
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,29,30,31,32,33,34,35,36,37,38 40,41,42,43,44,45,46,47,48,49,...164
Powered by FlippingBook