40
|
Floksleiðsla
SAMVIRKISNÁM
og evni úr tekstinum. Var púra frítt at kjakast, søgdu næmingar við mesta sjálvsáliti og kanska
væl fyrireikaðir mest. Teir ivasomu og stillføru næmingarnir høvdu latið onnur gjørt alt arbeiðið.
Høvdu vit heldur stýrt kjakinum um evni í tekstinum, so øll sluppu framat, kundu vit sum einki latið
tey kjakast frítt, sjálvandi innan fyri hesar karmar. Eitt stýrt kjak, sum tó er frítt, kann verða skipað
so, at øll fáa líka nógva talutíð, og øll siga okkurt. Hetta er t.d. galdandi við samrøðukortunum
(venjing 5.1 og 5.2). Tað kann eisini lættliga henda, at tað kemur annað fram enn tað, vit lærarar
hava fyrireikað okkum uppá heima. Lærarar duga rættiliga væl at “fiska” eftir tí rætta svarinum,
altso tí svarinum, teir fegnir vilja hoyra. Tað er ikki óhoyrt, at næmingar spyrja: „Er tað tað, tú
sipar til?”
Eg hevði ta gleði at verða undirvíst av dugnaliga og roynda læraranum og høvundinum Yael
Sharan úr Ísrael. Hann segði: “Lærarar eru einastu fólk, eg veit um, ið spyrja um tað, ið teir longu
vita svarið uppá!”
Nógv spennandi kann henda í flokshølinum, um vit lova vitanini hjá næmingunum meiri framat.
Tað er ikki tað sama sum, at alt er líka gott, ella at lærarin ikki má vita meiri enn næmingarnir.
Tað vil bara siga, at næmingarnir skulu sleppa at greiða frá síni vitan um ávís evni uttan at verða
kvettir av.
Leikluturin sum lærari
Lærarar tosa umleið 2/3 av einum skúlatíma (Bjerresgaard og Kongsted 2010). Tá eru umleið
15 min. eftir av tímanum til næmingarnar, altso til teir at býta sínámillum. Fortreytin fyri, at allir
næmingar skulu hava meiri enn ein neyðars minutt at tosa í, er, at undirvísingin verður skipað,
so tað er eitt greitt býti, hvør skal tosa nær. Annars fara tey stinnastu at tosa mest, og tey meiri
hugsanarsomu og stillføru fáa ikki orðið fyri seg. Í 8. kapitli komi eg meiri inn á, hvussu vit hugsa
um ymisligu næmingarnar í undirvísingini.
Ein annar møguleiki gevur næmingunum meiri talutíð! Hann er, at lærarin steðgar sínum orða-
floymi! Men tað er trupult! Tí lærarar vilja fegnir hoyra alt, sum verður sagt í flokshølinum, og stýra
øllum. Kanska óttast vit, at tað verður sagt okkurt skeivt, sum vit ikki kunnu rætta?
Men vit mugu sleppa teymunum!
Tá ið eg fór at undirvísa eftir meginreglunum í samvirkisnámi, var tað truplasta hjá mær at lata
vera við at blanda meg upp í prátið hjá næmingunum. Eg helt alla tíðina, at eg hevði nøkur góð
hugskot til teirra, men skilti so líðandi, at eg heldur steðgaði prátinum, enn gagnaði tí. Eg fekk
í staðin ein leiklut sum íverkseti og í endanum at taka samanum og savna nakrar av mongu
træðrunum.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016