Samvirkisnám og floksleiðsla - page 41

41
|
Floksleiðsla
SAMVIRKISNÁM
At vera greið/ur
Hjálp
Hevur tú sum lærari upplivað, at tað verður rópt á teg allastaðni í flokkinum? At nøkur sita og bíða
leingi, til tú hevur stundir at hjálpa teimum? At tað eru næmingar, ið saktans kunnu loysa eina
uppgávu sjálvir, men skulu hava váttan fyri, at teir gera rætt? Eg haldi, at flestu lærarar munnu
kenna seg aftur í hesum.
Vit mugu hava mannagongdir og reglur fyri, hvat næmingar skulu gera, áðrenn teir biðja læraran
hjálpa. Á venjingarsíðu 2.1 er ein stig-fyri-stig ferðaætlan til næmingin, ið vil hava læraran at hjálpa.
Samstundis er ætlanin eisini hjálp til sjálvhjálp. Næmingarnir verða kunnaðir um uppgávuna og
skulu so sjálvir royna at loysa hana. Hava tey brúk fyri hjálp, er tað lætt at síggja, um tey hava
fylgt ferðaætlanini, tí tá peika allir næmingar í toyminum upp.
Lærarin sparir ikki bara gongd! Tíðin hjá næmingunum verður eisini brúkt á bestan hátt. Bíðitíð er
ikki longur spilt tíð, men verður brúkt skilagott til viðkomandi arbeiði, meðan bíðað verður eftir
læraranum. Samstundis verða næmingarnir tilvitaðir um at royna at loysa uppgávuna sjálvir, uttan
at vaksin eru hjá.
Dagsskrá
Vita næmingarnir, hvat teir skulu gera í tínum tímum? Skrivar tú fyrst í hvørjum tíma eina skrá fyri
dagin á talvuna?
Nógvir lærarar, sum eg havi hitt, siga mest sum allir: “Ja, aloftast geri eg eina skrá fyri dagin, men
av og á sigi eg bara, hvat vit skulu gera.”
Í grunddeildini eru flestir lærarar raskir at skriva dagsskrá á talvuna, kanska seta teir eisini pikto-
gramm ella myndir á talvuna. Lærarin strikar so út, tá ið eitt punkt er gjørt, so næmingarnir kunnu
fylgja við í, hvat nú kemur. Tá ið næmingarnir koma í 7. flokk, rokna vit so við, at næmingarnir
saktans kunnu minnast, hvat vit søgdu fyrst í tímanum. Men tað er bara ikki altíð so! Eg havi
hoyrt næmingar spyrja: ”Tá ið vit eru liðug við hetta, hvat gera vit so?”, sjálvt um eg segði fyrst
í tímanum, hvat vit skuldu gera. Tað er jú ikki av illvild, at næmingar spyrja. Tey vilja jú fegin vita,
hvat vit ætla við teimum.
Tað er ein stór hjálp at hava eina dagsskrá á talvuni, kanska saman við málinum fyri fakliga partin
av tímanum. Í dag eru børn við serligum avbjóðingum í mongum flokkum. Tey fáa eisini góða nyttu
av tí, at dagsskráin er greið og sjónlig.
Royn at hugsa um síðsta skeiðið, tú vart á. Skrivaði lærarin eina skrá fyri skeiðið? Eru t.d. steðgir
ikki til avtalaða tíð, hvussu bera vaksin seg so at?
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,31,32,33,34,35,36,37,38,39,40 42,43,44,45,46,47,48,49,50,51,...164
Powered by FlippingBook