42
|
Floksleiðsla
SAMVIRKISNÁM
Nógv virkisfýsni og tíðum skifti
Hugsa um síðsta tíman hjá tær. Hvussu nógvum ymiskum virksemi kundu næmingar luttaka í?
Vóru tað eitt, tvey, trý ymisk virksemi? Undraðist tú á, at næmingarnir ikki kundu hugsavna seg
teir síðstu 15 minuttirnar av tímanum, hóast tað annars gekst væl mesta partin av tímanum, og
tey sótu still og arbeiddu?
Ein meginregla er, at børn kunnu hugsavna seg í uml. 5 minuttir pluss aldurin. Tað vil altso siga,
at tað skulu vera tvey-trý skifti í einum skúlatíma, alt eftir floksstigi.
Royn lærarasíðu 2.2 og ger ein “matarlepa” til tíman hjá tær. Tú kanst eisini taka tíman upp á
video og so skriva, hvussu leingi tú greiðir frá, hvussu leingi næmingarnir sita og arbeiða við
einari uppgávu o.s.fr.
Tá ið tú hevur funnið okkurt, sum tú vilt broyta í undirvísingini, er tað lætt(ari) at gera okkurt við
tað. Tú fert eisini at síggja, at tú longu gert nógv, ið riggar væl. Tað skalt tú ikki broyta!
Tað er gott at skifta millum sitandi virksemi og kropsligt virksemi. Skiftið er nevniliga eisini gott
fyri heilavirksemið! Í nógvum venjingum í samvirkisnámi skalt tú eisini brúka kroppin. Skulu næm-
ingarnir sita leingi og arbeiða, er gott at hava eina “heilahvíld” inn ímillum.
Á venjingarsíðunum 2.3-2.6 eru uppskot um slíkar venjingar. Á venjingarsíðu 2.7 er eitt yvirlit, sum
hjálpir tær at minnast allar partar av eini fyrireikaðari undirvísing.
Eitt gott og trygt huglag í flokkinum
Floksleiðsla er eisini at skapa eitt gott og trygt huglag í flokkinum. Lærarin skal leiða felags-
skapin, sum er grundaður á viðurkenning og javnvirði. Viðurkenning og javnvirði er bæði galdandi
millum næmingar og lærara og næminganna millum.
Samvirkisnám er ein ógvuliga góður háttur at fáa fram hesa viðurkenning. Næmingarnir arbeiða
móti einum felags máli stuðlaðir av tilknýti sínámillum í venjingunum. Næmingarnir fáa, við hjálp
frá læraranum og við at eftirmeta avrik síni, eina fatan av, hvussu øll hava týdning í felags-
skapinum.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016