43
|
Floksleiðsla
SAMVIRKISNÁM
Venjingar til 2. kapittul
2.1 • Tá ið tú skalt hava hjálp – næmingasíða
Síðan verður prentað og hongd upp í flokkinum, so næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvussu teir
skulu gera, tá ið teir hava trupulleikar við onkrari uppgávu. Hugskotið er at brúka tíðina skilagott,
so tað ikki fer nógv tíð til at sita og bíða eftir hjálp. Samstundis kann lærarin betur hjálpa næming-
um, sum veruliga hava tørv á tí. Meðan næmingar bíða eftir, at lærarin kemur til teirra, hava teir
aðrar uppgávur at gera.
2.2 • Set tíman saman sum eina máltíð – lærarasíða
Brúka hesa venjing til at seta saman tíman hjá tær. Tú kanst gera tað frammanundan, tá ið tú
leggur til rættis, ella eftir ein tíma, tá ið tú eftirmetir. Skriva, hvussu leingi tú greiðir frá, hvussu
leingi næmingarnir sita og arbeiða o.s.fr.
2.3.-2.6 • Heilahvíld – lærarasíða
Skúladagar er heilin hjá næmingunum á tremur av upplýsingum. Men nógvir næmingar hava ilt
við at finna røttu hill í heilanum at seta upplýsingarnar á. Vit vita, at rørsla bøtir um evnini at hug-
savna seg, og mong børn hava tørv á meiri rørslu, enn tey fáa møguleika til í skúladegnum. Hesar
venjingar eru ætlaðar sum stutt skifti í undirvísingini. Venjingarnar kunnu gerast í flokshølinum
og vara ikki meiri enn fimm minuttir. Venjingarnar eru vælegnaðar, áðrenn skift verður til annað
virksemi ella sum stutt skotbrá í einum virksemi, t.d. um næmingarnir hava sitið leingi og arbeitt.
Hugsa um, hvørjir tveir næmingar skulu vera saman. Kanska skulu tað vera tveir av sama kyni?
Venjingarnar kunnu eisini verða gjørdar í toyminum.
Tað ber eisini til at seta ein part av undirvísingini saman við kropsligari venjing. Bið næmingarnar
hugsa um ella siga okkurt hart úr undirvísingini, meðan teir venja kropsliga. Í venjing 2.3 fáa næm-
ingarnir t.d. eitt lyklaorð, eitt gott orð ella ein týðandi spurning úr undirvísingini við til venjingina.
Hevur tú arbeitt við ævintýrum í føroyskum, kunnu næmingarnir siga ævintýraeyðkenni, hvørja
ferð teir boyggja knøini. Tey kunnu siga eina tabell, týsk sagnorð, litir á enskum, formlar at rokna
vídd av ymsum skapum ella týðandi orð úr eini grein, ið tey hava lisið.
2.7 • Yvirlit yvir at leggja ein tíma til rættis – lærarasíða
Yvirlitið hjálpir læraranum at halda skil á tímanum, og hvar samvirkisnám kemur inn í undirvísing-
ina. Yvirlitið fevnir bæði um tilrættisleggjan og eftirmeting og kann hjálpa tær, tá ið tú leggur til
rættis komandi tímar. Við yvirlitinum í hondini kanst tú hugsa um: Hvat var gott, og hvat skal eg
broyta?
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016