Samvirkisnám og floksleiðsla - page 48

48
|
Floksleiðsla
SAMVIRKISNÁM
2.5 • Heilahvíld – tað er ein geit
6
1. Lærarin rættir næminginum høgrumegin ein lut (t.d. eina tussj) og sigur: “Hetta er ein geit”.
6
2. Næmingurin høgrumegin tekur lutin og sigur: “Hetta er hvat?” og gevur læraranum lutin aftur.
3. Lærarin tekur lutin og endurtekur: “Hetta er ein geit” og rættir honum lutin aftur.
4. Næmingurin høgrumegin vendir sær ímóti tí næsta, rættir honum lutin og sigur: “Hetta er ein
geit”. So endurtekur hesin aftursvarið, sum frammanundan.
5. Meðan “geitin” er á veg runt, tekur lærarin ein nýggjan lut at senda runt (antin sama veg ella
øvugtan). Hann sigur t.d.: “Hetta er ein kúgv”. Síðan verður tað sama endurtikið, sum framm-
anundan.
6. Set ferðina upp og send lutir runt báðumegin frá, til eingin kann yvirskoða hetta longur. Tað
týdningarmesta í venjingini er, at tað er nógv virksemi, og tað er eingin, ið bara stendur og
bíðar.
7. Gev lutinum stuttlig nøvn: kjálkafiskur, slatritaska o.s.fr.
F
Tað er hvat?
Tað er hvat?
Tað er ein geit
...
Tað er ein geit
Tað er ein geit
...
Tað er ein geit
6 Íblástur frá „Energizers & Icebreakers” í Hornstrup Kursuscenter.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,38,39,40,41,42,43,44,45,46,47 49,50,51,52,53,54,55,56,57,58,...164
Powered by FlippingBook