52
|
Inklusión
SAMVIRKISNÁM
Í hesum kapitlinum lesur tú um inklusión (íroknan). Eitt hugtak, ið arbeitt verður við á ymsan hátt í
fólkaskúlanum. Eg komi við einum boði um, hvussu samvirkisnám saman við greiðari floksleiðslu
kann vera ein gongd leið til inklusión. At enda eru dømi um, hvussu tú kanst taka ímóti einum
nýggjum næmingi í flokkinum.
Rúmligi skúlin, inklusión (íroknan) og eksklusión (útihýsan)
Í 1994 varð sokallaða Salamanca-yvirlýsingin undirskrivað. Yvirlýsingin er sprottin úr tørvinum
at gera “skúlar fyri øll”. Inklusión og íroknandi tilgongdin er ein berandi partur í yvirlýsingini. Har
stendur m.a.:
• Øll børn hava grundleggjandi rætt til útbúgving og skulu hava møguleika fyri at náa einum
góðkendum læringsstøði og kunna verða verandi har.
• Øll børn hava eindømis eginleikar, áhugamál, evni og tørv á læring.
• Vanligir skúlar við tílíkum íroknandi sjónarmiðum eru hentasti miðil til at berja niður manna-
mun, skapa tryggar felagsskapir, menna íroknandi samfelagið og fáa útbúgvingarmøguleikar
til øll. Umframt bjóða hesir skúlar flestu børnum eina góða útbúgving, brúka tilfeingið til fulnar
og gagna so statt allari útbúgvingarskipanini.
Við øðrum orðum, so er fólkaskúlin staðið, har næmingarnir uppliva seg sum part í einum felags-
skapi, ið byggir á ymisleikan hjá øllum næmingunum.
Í mong ár tosaðu vit um “rúmliga skúlan”. Fólkaskúlin skuldi vera skúlin fyri øll, og rúm var fyri
nógvum næmingum í skúlanum, men uttan at teir veruliga vóru partur í felagsskapinum. Tað rúm-
liga kundi vera tað sama sum at vera kropsliga til staðar í einum flokki uttan at hava eitt veruligt
pláss millum skúlafelagarnar.
Munurin á at vera “rúmligur” og “íroknandi” er, at tá ið tú verður íroknað/ur, so hevur tú eitt pláss
og uppfatar teg sum fullgildugan lim í felagsskapinum og kemur við íkasti til felagsskapin. Verður
tú bara rúmað/ur á einum staði, so verður tú framvegis mett/ur sum serlig/ur.
Tað eyðkennir eitt íroknandi umhvørvi ella ein felagsskap, at tey broytast og flyta seg alla tíðina.
Karmarnir um felagsskapin eru ikki støðugir, men verða broyttir í mun til limirnar í felagsskapinum.
Í eini íroknandi tilgongd til undirvísing og skúlan verða næmingarnir hvørki hildnir at vera “serligir”
ella “vanligir”. Tey eru einstaklingar ella serstøk og hava førleikar, ið skulu brúkast. Her ræður um,
at skúlin lagar seg til næmingarnar, og næmingarnir laga seg til karmarnar, ið skúlin setir. Í eini
ávirkan sínámillum finna næmingar og lærarar fram til, hvussu teir best ala upp ein felagsskap,
har pláss er fyri øllum.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016