53
|
Inklusión
SAMVIRKISNÁM
Útihýsan (eksklusión)
Íroknan (inklusión)
Inklusión og samvirkisnám
Nógvir lærarar kenna tað sum eina eyka byrðu at skula inkludera. Men spurningurin er, um mangir
teirra ikki longu hava inkluderað leingi, men uttan at geva sær far um, at teir gera tað?
Sum allir lærarar havi eg havt næmingar, ið høvdu serstakliga trupult við at koma inn í felagsskap-
in í flokkinum í vanligu undirvísingini. Antin tí tey høvdu fakligar trupulleikar ella tarnað uppmerk-
semi, og tí ilt við at fara upp í bólkar við leysari skipan og uttan veruliga skrá fyri, hvussu bólkurin
skuldi arbeiða. Hesi børn trívast mangan betur í tí meiri stýrdu skipanini, sum er í samvirkisnámi.
Her eru leiklutirnir givnir frammanundan. Næmingarnir hava eina týðandi uppgávu at gera, og øll
hava týdning fyri, at bólkurin kemur á mál við uppgávuni. Er flokkurin sinnaður at samstarva, ber
til at brúka tilfeingið hvør hjá øðrum, og inklusiónin verður ein virðismikil partur í gerandisdegnum.
Rúmligur
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016