54
|
Inklusión
SAMVIRKISNÁM
Hevur tú næmingar við tarnaðum uppmerksemi ella øðrum trupulleikum í flokkinum, skalt tú ikki
spyrja, sum vit mangan gera: “Hvat forðar børnum við trupulleikum at fáa góð úrslit?” Heldur skalt
tú spyrja: “Hvat kann fáa børn við trupulleikum at arbeiða og fáa góð úrslit?” (Cefai 2009). Tá ið tú
spyrt seinna spurningin, leggur tú dent á, hvat tey duga best, víðkar tað og fær tað at mennast,
heldur enn sum í fyrra spurninginum at leggja dent á óhepnar umstøður og tað, ið vantar.
Slepst kortini ikki undan trupulleikum, so mugu vit hugsa um aðrar møguleikar. Tú fært íblástur til
íroknandi arbeiðið í venjingunum til henda kapittulin.
Nýggjur næmingur í flokkinum
Ein onnur avbjóðandi støða í felagsskapinum er, tá ið nýggjur næmingur kemur í ein saman-
sjóðaðan flokk. Tá er umráðandi at gera rætt frá fyrsta degi. Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at
næmingur skiftir flokk. Flestu tilflytarar eru meiri ella minni ørkymlaðir av støðuni. Hvussu fer nú
at gangast í nýggja flokkinum? Næmingar, ið ofta hava skift flokk, tykjast ikki so ørkymlaðir, men
kanska lúrir óttin aftan fyri eina tvitna atferð?
Lærarin hevur ábyrgd av at taka ímóti nýggja næminginum, so hann sum skjótast kemur at kenna
seg sum part av felagsskapinum.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016