55
|
Inklusión
SAMVIRKISNÁM
Venjingar til 3. kapittul
3.1 • Finn onkran, sum ... – lærarasíða og næmingasíða
Henda venjing rúmar øllum næmingum og vísir okkum á, at øll kunnu okkurt. Næmingurin, ið
vanliga ikki kemur við so stórum íkasti, og sum hini sjáldan velja, skal eisini sleppa at svara
spurningum. Tað er tí upp til tín at orða spurning(ar), sum bara hesin eini næmingur kann svara.
Soleiðis verður hann umbiðin í venjingini, tí næmingarnir stríðast fyri at fáa so nógvar undirskriftir,
sum til ber.
8
Á lærarasíðuni er vegleiðing til venjingina. Spurningarnir á næmingasíðunum 3.1.1 og 3.1.2 eru
ætlaðir sum íblástur. Tú kanst skriva aðrar spurningar í skjalið og avrita til hvønn næming sær.
3.2 • Spjøldur – lærarasíða
Henda venjing gevur næmingunum nýggjar leiklutir í mun til tær vanligu. Venjingin fær okkum at
hugsa um spjøldur, ið vit mangan seta á onnur. Vit kunnu koma at síggja hvønn annan við øðrvísi
eygum.
9
3.3 • Næmingurin hesa vikuna – lærarasíða og næmingasíða
Flestum næmingum dámar væl at vera í brennideplinum. Summir koma lættari í brennidepilin enn
aðrir, og summum næmingum hoyrir tú næstan ongantíð málið í. Henda venjing kann fáa øll at
uppliva seg sum serstakan og gevur floksfeløgunum møguleika at lurta.
10
3.4 • Navnaspæl – lærarasíða og næmingasíða
Tá ið nýggjur næmingur kemur í flokkin, er eitt tað fyrsta, hann má gera, at læra seg nøvnini á
floksfeløgunum. Venjingin er ein stuttligur máti at læra nøvnini.
Á lærarasíðuni er vegleiðing til venjingina, meðan næmingasíðan verður prentað til flokkin at
skriva á.
3.5 • Hvat kann eg hjálpa við? – næmingasíða
Fyri at taka sum best ímóti einum nýggjum næmingi í flokkinum er eitt gott hugskot at vísa
honum, hvørjum hann skal venda sær til við spurningum ella fyri at fáa hjálp. Næmingasíðan 3.5.1
verður prentað til hvønn næming sær. Næmingarnir skriva hvør sær, hvat teir kunnu hjálpa nýggja
næminginum við. Næmingasíðan 3.5.2 verður fylt út til nýggja næmingin, so hann hevur eitt felags
yvirlit yvir persónar at heita á eftir tørvi.
8
Venjingin er við íblástri úr “Svar Bazar” hjá Kagan.
9 Íblástur frá EVAM (2003).
10 Venjingin er við íblástri frá P. Huggins smb. Cefai (2009).
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016