56
|
Inklusión
SAMVIRKISNÁM
3.1 • Finn onkran, sum ...
1. Allir næmingar fáa næmingasíðu 3.1.1.
2. Næmingarnir fara til gongu í hølinum.
3. Tey møta einum floksfelaga, heilsa vinaliga og spyrja viðkomandi ein spurning av síðu 3.1.1.
T.d. “Dámar tær at síggja Disney Channel?”
4. Svarar felagin ja, skrivar hann undir á síðuna aftan fyri spurningin.
5. Svarar felagin nei, spyr næmingurin hann ein annan spurning.
6. Tá ið næmingurin hevur fingið undirskrift frá einum floksfelaga, má næmingurin ikki spyrja
hann umaftur.
7. Nú eigur floksfelagin tørn at spyrja.
8. Venjingin er liðug, tá ið síðan er fylt út, ella tá ið lærarin sigur, at tey skulu steðga.
Broyting:
Tú kanst skriva so nógvar spurningar, sum talið á næmingunum minus ein. So mugu næmingarnir
spyrja øll í flokkinum fyri at fáa fulla síðu. Næmingarnir mugu hugsa seg væl um, hvønn teir spyrja.
Tað er jú bara ein spurningur til hvønn.
Næmingarnir kunnu sjálvir gera spurningarnar, møguliga í smáum toymum.
Tað ber til at lata tveir næmingar verða saman um síðuna, megna teir ikki venjingina einsamallir.
Tað nýtist ikki at vera sama síða, ið allir næmingar ganga runt við.
Spurningarnir kunnu eisini vera um okkurt evni úr undirvísingini.
Er venjingin faklig, kanst tú gera ein eyka teig til svarið á næmingasíðuni. Hygg á næmingasíðu
3.1.2.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016